Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan UEFA Nations League dystinum móti Aserbadjan, og sambært Jóannesi Jakobsen, hjálparvenjara, verður farið eftir sigrinum í dag.
Síggj FSF Varpið við at trýsta HER
Ein stór uppgáva stendur fyri framman hjá føroyska landsliðnum, sum leygardagin klokkan 17:00 (føroyska tíð) skal dystast við Aserbadjan á stóra olympiska leikvøllinum í Baku, har pláss er fyri umleið 70.000 áskoðarum.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og allir mans eru tøkir til at taka eitt stórt tak fyri Føroyar. Seinasta venjingin var fríggjadagin, og tá fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen.
- Um eg sleppi at droyma, so vil eg hava ein sigur. Aserbadjan skal vinna, so tað kann eisini blíva ein fyrimunur fyri okkum, um vit klára at halda hetta tiltikna null’ið. Tað kann órógva teir, tá vit koma móti endanum av dystinum, sigur Jóannes Jakobsen.
Allar venjingnar benda á, at Lars Olsen ger tvær broytingar frá dystinum móti Kosovo. René Shaki Joensen, sum hevur leikbann, og Jóan Símun Edmundsson, ið er skaddur, eru ikki við. Inn fyri teir koma Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen.
Vit gita: Føroyar (3-4-3)
Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen
Nations League landsdysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður í dag klokkan 17. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn. Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika fyri at koma víðari.