Jóannes Eidesgaard fimmtifimm

Í dag hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, føðingardag. Hann fyllir 55 ár í dag

Jóannes Eidesgaard varð valdur til løgmann 3. februar 2004.
Jóannes Eidesgaard er føddur 19. apríl 1951 á Tvøroyri. Hann er sonur Jonu og Erling Eidesgaard á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun.
Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977 og fekk starv á Tvøroyrar skúla, og var í starvinum til hann í januar 1991 fór í landsstýrið.
Jóannes Eidesgaard stillaði á fyrsta sinni upp til løgtingsval í 1990, og varð hann valdur sum triði tingmaður Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi. Javnaðarflokkurin fekk eitt sera gott valúrslit til hetta valið og heilar 10 umdømisvaldar tingmenn.
Atli P. Dam, sáli, sum síðani løgtingsvalið í 1970 hevði umboðað Suðuroynna í løgtinginum, stillaði til hetta valið upp í Suðurstreyumoyar valdømi, og tí var stórur spenningur um, hvussu tað fór at gangast Javnaðarflokkinum í Suðuroy. Men hendan arvin lyfti Jóannes Eidesgaard væl saman við Sverra Midjord og Henrik Old.
Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í  mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina.
Síðan 1996 hevur Jóannes Eidesgaard verið formaður Javnaðarfloksins og  formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur.
Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingsmaður.
Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum.