Samgongumøguleikar
-Vit hava als ikki fríar samráðingar um skipan av landsstýri. Vit uppliva, at eitt ávíst politiskt bakland nú er averandi fyri, hvørjir samgongumøguleikar skulu roynast. Hetta minnir ikki sørt um eina einflokkaskipan, tí nú er tað bara Fólkaflokkurin, sum definerar, hvat er ein brúkilig samgonga og ikki sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eftir at løgmaður hevur tosað við sítt bakland og gjørt sær eina niðurstøður frá tí. Henda niðurstøða er m.a. at royna at fáa eina samgongu millum ACDE.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hóast man hevur sitið í fýra dagar og viðgjørt samgongumøguleika millum ACDE, og har samráðingarnar slitnaðu uppá nøkur rættiliga prinsipiell mál við yvirtøkupolitikkinum, sigur løgmaður nú, at hann vil royna tað einaferð aftrat, tí tað er tað hansara bakland heldur.
-Tað er eitt sindur fremmant fyri meg, at tað er bara ein flokkur, sum situr við definitiónini av sannleikanum og av eini skilagóðari samgongu. Tað er mær vitandi ein skipan, sum vit gjørdu upp við í 80-unum.
Jóannes Eidesgaard viðgongur, at løgmaður situr inni við einum mandati og initiativi sambart Stýrisskipanini, og tað má man virða. Men hann heldur, at hetta er við at fara um markið, har tolið hjá hinum flokkunum og veljarunum er uppi.
-Løgmaður hevur sagt alment, at hansara uppgáva er at seta Fólkaflokkin so væl sum møguligt í eini samráðingarstøðu, og tað má tí sigast, at Anfinnur Kallsberg fult út hevur megnað leiklutin sum løgmaður fyri Fólkaflokkin einsamallan og ikki fyri ta politisku skipanina. Tí meti eg eisini, at hann er farin út um tað, sum liggur í Stýrisskipanini, og tí fáa vit onga rímiligheit innan fyri skipanina, fyrr enn hann fer í tingið og biðjur um eina formansrundu. Tað haldi eg hann skuldi gjørt.
Einki hoyrt
Formaður Javnaðarfloksins hevur enn einki hoyrt frá løgmanni men fer sjálvandi at møta á fundi, tá hann fær fundarboð. Tó heldur hann tað vera løgið, at løgmaður nú skal raðfesta ACDE fremst, tá hesin møguleikin nettupp hevur verið royndur í fýra samfull samdøgur. Skal tann møguleikin bera til, so skal Tjóðveldisflokkurin dragna nógv. Javnaðarflokkurin er longu farin út um tað mark, sum flokkurin kann standa modell til, uttan at vit tó hava havt okkara bakland inni.
Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at løgmaður hevur ein trupulleika mótvegis Sambandsflokkinum. Hann hevur kallað inn til eitt samráðingarumfar millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, men sum hann ongantíð royndi. Henda roynd var bara hálvhjartað, gekk eina nátt og steðgaði so. Hon var so heldur ikki uppafturtikin.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at løgmaður hevði orsøk til at gevast við Sambandinum. Tað, sum var eitt stríðsmál fyrr á kvøldi sá út til at loysna um náttina, nevniliga býti av málsøkjum.
-Eg haldi løgmaður skyldaði okkum, at hann gjørdi ta royndina meira heilhjartaða.
Sambandið flutt seg
Formaður Javnaðarfloksins heldur sjálvur, at nógvir javnaðarveljarar ynskja eina samgongu saman við Sambandinum og Fólkaflokkinum. ?Vit hava sæð, at Sambandið hevur havt eina politiska endurføðing meira enn nakar annar flokkur við tað, at teir eru sinnaðir til at gera nakrar rættiligar stórar yvirtøkur, eitt nú av fólkakirkjuni. Tað er ikki tann sambandsflokkur vit kendu fyri bara fýra árum síðani. Tí haldi eg eisini, at tað avgjørt liggja møguleikar í tí samgonguni.
-Men leiðslan og baklandið í Fólkaflokkinum hava so meldað nakað annað út?
-Tað skilji eg, og sjálvandi eru vit tilreiðar at fara til tær samráðingar vit verða bidnir um, men eg haldi, at tann møguleikin er longu royndur og skal hann eydnast, so má eg endurtaka, at onkurn má slaka heilt nógv. Og eg ivist í, um Javnaðarflokkurin kann ganga við til meira, enn hann longu er gingin við til.
-Men løgmaður sigur, at tað skulu bara gerast nakrar orðingar, sum báðir partar kunnu semjast um!
-Tað fáa vit at síggja. Eitt er hvat stendur í einum samgonguskjali, annað er hvat tú reint politiskt kann semjast um.
Jóannes Eidesgaard sigur, at man hómar ein broyting í Fólkaflokkinum eftir, at varamenninir eru komnir á ting?
-Eg haldi meg eisini hoyra á løgmanni, at man ikki ynskir Sambandið uppí. Tað haldi eg er løgið, tí hann hevur fingið at vita frá Sambandsflokkinum, at hann vil ganga við til yvirtøkur.
-Løgmaður sigur, at hann kann ikki ganga við til, at Sambandsflokkurin skal innlima okkum inn aftur í ríkið!
-Tað er ein undanførsla. Tí hann veit, at bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu liva við Heimastýrislógini í fýra ár aftrat, ikki minst tá Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin kunnu liva við henni til í hvussu er 2012.
Formaður Javnaðarfloksins vil ikki útiloka nakran samgongumøguleika men heldur, at løgmaður hevur fingið ein trupulleika, tá hann nú rør aftur á tað, sum hann hevur roynt og ikki roynir tað hann ikki hevur roynt.