Tað hevur loypt órógv á føroysku arbeiðarafeløgini, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur almannakunngjørt, at tað verður neyðugt at breiðka skattagrundarlagið við hægri avgjøldum, bæði á vinnulív og á borgarar.
Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar skulu undir lønarsamráðingar nú í vár í sambandi við, at sáttmálin gongur út á midnátt 30. apríl.
Í Sosialinum í gjár førdi Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, fram, at tað fer at ávirka samráðingarnar og lønarkrøvini, at Jóannes Eidesgaard hevur hótt við at skerja livistøðið enn meiri við øktum avgjøldum.
Og Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er púra samd.
- Sjálvandi fer tað at seta síni spor í samráðingunum, at sjálvur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu frammanundan hevur hótt okkum við at leggja enn fleiri avgjøld á okkum.
Skuldi tikið um rótina
Ingeborg Vinther heldur, at vanligi løntakarin tolir hvørki fleiri avgjøld ella hægri skatt, tí hann er ivaleysa hart kroystur frammanundan.
Hinvegin er hon av teirri áskoðan, at bæði Jóannes Eidesgaard og restin av politikarunum skuldu heldur víst ein góðan vilja og gingið undan við sparingum, áðrenn lagt verður eftir vanligum løntakarum, pensjónistum, veikum og sjúkum, sum hon málber seg.
- Samgongan kundi víst vegin við at spart í miðfyrisitingini, áðrenn hon legði á aðrar bólkar í samfelagnum
Hon sipar til at fyri nøkrum árum síðani vóru fimm ella seks landsstýrisfólk, men nú eru tey níggju í tali við hvør sínari umsiting.
Eitt aðalráð, sum hon heldur átti at verðið niðurlagt, er uttanríkisráðið, sum er nýtt og sum átti at verðið niðurlagt aftur.
Annars heldur hon eisini, at politikararnir kundu avtikið teir skattafríu ágóðar teir hava fyri at gingið undan sum eitt gott fyridømi, nú sparast skal allastaðni.
Les eisini greinina: Mist alt álit á politikarunum