Jóannes Eidesgaard: Hetta er skelkandi

?Finnbogi Arge eigur at skifta nevndina fyri P/F Vágatunnulin út í stundini

?Hetta er skelkandi og arbeiðið at gera tunnilin undir Vestmannasundi kundi ikki fingið eina verri byrjan, enn tað nú fekk.

Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins sigur, at tað, sum er farið fram seinastu dagarnar, eigur at fáa avleiðingar.

Tað, hann sipar til, er avgerðin hjá nevndini í P/F Vágatunlinum at taka upp samráðingar við J&K Petersen um at gera vegirnar í sambandi við Vágatunnilin, hóast Byggitek hevði tað lægsta tilboðið.

? Hevði hetta verið í nøkrum øðrum landi rundanum um okkum, hevði hetta fingið grundarlagið undir Finnboga Arge at ridla.

? Í øllum førum eigur hetta at fáa landsstýrismannin at at skifta nevndina fyri P/F Vágatunlinum út í stundini, tí framferð hennara í hesum máli hevur týðiliga víst, at tað ber ikki til at hava álit á henni, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at tað er beinleiðis óhugnaligt, at nevndin fyri Vágatunlinum soleiðis í eini handavending brýtur gamlan lisitatiónssið og tekur næstlægsta tilboð framum lægsta tilboð.

?Ein grundgeving hjá nevndini er, at byggifelagið hjá J&K Petersen er fíggjarliga sterkari enn Byggitek. ? Sostatt hevur nevndin fyri Vágatunlinum mett um fíggjarligu førleikarnar hjá báðum feløgunum. Men tað hevur nevndin fyri Vágatunlinum vónandi kannað, áðrenn hon bjóðaði Byggitek upp í lisitatiónina. Tað ber ikki til at seta spurnartekin við fíggjarliga førleikan hjá Byggitek nú.

? At nevndin ger tað kortini, er ein ábending um, at hon ikki hevur kannað málið nóg væl frammaundan.

Og Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ein uppaftur álvarsligari støða, tí so hevur nevndin ikki gjørt sítt arbeiðið nóg væl.

?Um so er, at nevndin ikki hevur megnað at gera sítt arbeiðið til lítar í sambandi við vegagerðina, hvussu kunnu vit so hava álit á, at hon megnar at umsita eitt so stórt arbeiðið, sum tað er at gera sjálvan tunnilin.

Ein onnur grundgeving er, at Byggitek hevði ætlanir um at samstarva við E. Pihl & Søn, og nevndin sigur, at hetta samsvarar ikki við politiska ynski um, at tað skal føroysk arbeiðsmegi brúkast til arbeiðið.

?Hesa grundgevingina skilji eg heldur ikki, tí ætlanin var at samstarva við E. Pihl & Søn í Føroyum, og tað er eitt sjálvstøðugt, føroyskt felag, sum betalir skatt í Føroyum.


Skúgvaður til viks

Hann sigur eisini, at hetta málið hevur víst, at semjan í løgtinginum um framferðarháttin í sambandi við Vágatunnilin, bleiv brotin longu í føðslinum.

? Fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdi Finnbogi Arge sær stóran ómak at taka grundarlagið undan Landsverkfrøðnginum. Og í sambandi við Vágatunnilin var heldur ikki ætlanin at Landsverkfrøðingurin skuldi fáa nakran leiklut. ? Men eftir togarí aftur og fram í løgtinginum, endaði tað við eini semju, sum flest øll kundu liva við, nevniliga, at Landsverkfrøðingurin skuldi upp í part. M.a. skuldi hann hava eftirlitið við arbeiðnum og gera tilmæli um, hvør skuldi gera tað.

?Landsverkfrøðingurin mælti til at taka av lægsta tilboðnum hjá Byggitek.

Men at nevndin fyri Vágatunnilin kortini tekur næstlægsta tilboð hjá J&K Petersen framum, er ein endalig staðfesting av, at Landsverkfrøðingurin fullkomiliga skal avmonterast sum tekniskur ráðgevari í sambandi við samferðsluútbyggingina í Føroyum.

Hann minnir eisini á, at vit standa á gáttuni til eina nýggja oljuvinnu. Í oljuvinnuni eru listitatiónir dagligur kostur. Og tað er kanska tað mest álvarsama av øllum, heldur Jóannes Eidesgaard.

?Tað er eitt ótrúliga óheppið signal at senda vinnuni í londunum rundanum okkum, at hvat hesum økinum viðvíkur, eru Føroyar enn at rokna sum ein ?bananlýðveldi?, tí her er vanliga byggilógfrøðin ikki er galdandi og her eru ikki skipað viðurskifti.

? Hetta kann gera, at vælskipað feløg, sum kanska kundu hugsað sær at virka í Føroyum, setast aftur, tí hvør tímir at brúka tíð og pening uppá at gera seg galdandi í einum landi, har tað bara er uppá kvamsvís, at tey verða boðin upp í part.


Nakað at hugsa um

Formaður javnaðarfloksins sigur, at hetta er ein niðurgerðing av Landsverkfrøðinginum, sum átti at givið øllum teimum tinglimum, sum ivaðust í framferðini í sambandi við Vágatunnilin, nakað at hugsa um.

Men hann heldur, at hetta er ein støða, sum samgongan hevur skapt. Og skal málið takast upp politiskt, má tað eisini vera samgongan sum ger tað.

? Andstøðan er ov fáment til at gera nakað einsamøll. ? Men skuldi onkur í samgonguni funnið uppá at tikið málið upp, er lítið at ivast í, at stórur partur av andstøðuni eisini er til reiðar at hjálpa til, fyri at gera ein enda á hesum óskilinum, sigur Jóannes Eidesgaard.tit eru tiknir á bóli.


Vágur 06.06.2000

Johan Dahll brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen