Jóannes Eidesgaard: Samgongan vil loysing

? Í veruleikanum er her talan um loysing. Tjóðveldisflokkurin hevur rættuliga takstist broytt upp á termologiina. Tað, teir fyrr kallaðu fyri »loysing«, tað kallaðu teir eina tíð fyri »skipað loysing« - og nú kalla teir tað fyri »fullveldi«. Men boðskapurin er tann sami - at Føroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapinum. Og júst í hesum punktinum eru vit grundleggjandi ósamdir, sigur Jóannes Eidesgaard eftir fundin millum Høgna Hoydal og Javnaðarflokkin

Týsdagin var fundur um fullveldi í Tinganesi. Stigtakarin til fundin var Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Luttakarar á fundinum vóru tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum.

Høgni Hoydal hevði biðið um fundin fyri at fáa Javnaðarflokkin og landsstýrisflokkarnar at nærkast hvørjum øðrum í fullveldisspurninginum.

? Høgni Hoydal greiddi okkum frá, hvussu landsstýrið ætlar at fara fram í hesum máli, og vit greiddu honum frá okkara støðu, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.

? Eg haldi, at Høgni Hoydal hevur tikið í so nógv fyri givið - hvat vit kunnu taka undir við, og hvat vit ikki kunna taka undir við. Trupulleikin hevur verið, at Høgni Hoydal hevur verið ov vísir í, at hesum og hasum fer Javnaðarflokkurin helst at taka undir við, tí tað hava verið so nógv líkheitstekin, sigur Jóannes Eidesgaard.


Ikki tveita landið

út í eitt eksperiment

Í hesum sambandi vísir hann á, at Javnaðarflokkurin hevur tosað um, at Føroyar skulu vera ein tjóð, og at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin ella ein líknandi felagsskap.

? Hetta tulkar Høgni Hoydal sum so, at vit taka undir við at skipa Føroyar sum eitt fullveldi, men so er ikki, sigur Jóannes Eidesgaard.

Javnaðarmenninir gjørdu Høgna Hoydal greitt, at flokkurin ikki heldur tað verða ráðiligt at tveita Føroyar út í eitt eksperiment, sum at skipa landið sum eitt fullveldi, og at alt so skal hvíla á teirri skiftistíð, sum kemur.

? Tað ber ikki til, at vælferðin skal verða treytað av, hvussu hendan skiftistíðin nú verður, sigur Jóannes Eidesgaard.


Latið okkum fyrst menna samfelagið

Hann leggur afturat, at munurin millum uppskotið hjá Høgna Hoydal og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er, at Javnaðarflokkurin sigur, at tað eru fortreytirnar, sum skulu til fyrst, áðrenn vit kunnu gera nakrar álvarsamar broytingar.

Formaður Javnaðarfloksins vísir eisini á, at um fáar dagar verður fíggjarlógin fyri komandi ár løgd fyri tingið. Har verður kanska roknað við einum yvirskoti upp á 200 milliónir krónur.

? Men her skulu vit minnast til, at tá er blokkurin íroknaður. Var hann ikki tað, so høvdu vit í staðin eitt undirskot upp á 700 milliónir krónur

? Latið okkum menna samfelag til at standa á egnum beinum, áðrenn vit taka stigið fult út - um ein fólkaatkvøða ger av, at so skal vera. Trupulleikin er, at Høgni Hoydal beinanvegin vil sleppa at útrópa Føroyar sum eitt fullveldi, men í veruleikanum merkir tað ikki fullveldi, tí ein stórur partur av umsiting og lógararbeiðið framvegis fer at liggja í Danmark, og tann vælferðin, sum skal vera í Føroyum kemur at hvíla á, um tað ber til at fáa eina góða skiftistíð - um danir vilja fíggja loysingina, sigur Jóannes Eidesgaard.


Samgonga ætlar at loysa

? Í veruleikanum so er her talan um loysing. Tjóðveldisflokkurin hevur rættuliga takstist broytt upp á termologiina. Tað, teir fyrr kallaðu fyri loysing, tað kallaðu teir eina tíð fyri skipað loysing - og nú kalla teir tað fyri fullveldi. Men boðskapurin er tann sami - at Føroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapinum. Og júst í hesum punktinum eru teir grundleggjandi ósamdir við Javnaðarflokkin.

Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin, tó at flokkurin fegin vil ganga ímóti størri stjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Hann sigur, at flokkurin eisini vil menna sjálvstýrið bæði politiskt og búskaparlig til at vit klára at standa á egnum beinum.

? Hetta er tann veruligi munurin millum bæði uppskotini, sigur hann.


Skul gera útgreiningararbeiðið fyrst

Jóannes Eidesgaard heldur tað eisini vera púra burturvið, at samgongan vil taka øll málsøki heim, siga at nú hava vit ábyrgdina av øllum hesum málsøkjum, fyri síðani at senda tey niðuraftur til danir at umsita.

? Tað rætta er, at Føroya Løgting til eina og hvørja tíð kann taka yvir tey málsøki, ið tingið hevur hug til at taka yvir.

Jóannes Eidesgaard sigur, at fundurin var rættuliga drúgvur, tí nógv var kjakast um smálutir. Men eftir fundin heldur hann at tað stóð rættuliga greitt, hvat skilir partarnar.

? Vit royndu at sannføra hann um, at tað var skilabest at gera útgreiningararbeiðið, áðrenn farið verður undir samráðingarnar, og tað fer hann at gera, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men hann vísir á, at tað er púra burturvið fyrst at taka støðu til tað endaligu loysnina, áðrenn útgreiningararbeiðið hevur víst, hvat var tann skilabesta loysnin.

? Hetta er at venda tingunum á høvdið og siga, at málsetningurin er fullveldi. Samgonguflokkarnir prioritera tað formella sjálvstýri hægri enn tað reella sjálvstýri. Hesum taka vit ikki undir við, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Er tað so, so hevur Javnaðarflokkurin ikki hug at vera við. Hinvegin hava vit einki ímóti at útgreiningararbeiðið verður gjørt, lagt fyri tingið til støðutakan, og at tingið aftan á at útgreiningararbeiðið er framlagt kann siga, hvat tingið vil hava av broytingum í teimum ríkisrættarligu viðurskiftunum.