Jóannes Eidesgaard í stríð við seg sjálvan

Hví er Jóannes altíð so fullkomiliga undirgivin Nyrup? Hví letur hann seg brúka av donsku stjórnini, sjálvt tá stjórnin eyðmýkir føroyingar?

Í floksblaðnum hjá sær grætur Jóannes Eidesgaard herfyri síni søltu tár um tað vanlukku støðu, sum nú er íkomin. Og tað er av sonnum ein verri støða:

Ósemja er millum danska Socialdemokratiet og føroyingar!

Á dett vanlukku skil!

Tí Jóannes er jú ikki bara føroyingur ? hann er eisini danskur socialdemokratur.

Hann er ikki bara danskur socialdemokratur ? hann er eisini føroyingur.

Tá stríð er millum føroyingar og tann kongaliga socaldemokratiska stjórnarflokkin, kemur Jóannes í stríð við seg sjálvan.

Hann verður fornermaður, beiskur og óður ? og tað førdi so í viku 38 til, at Føroya fólk gjørdist vitni til tvey illsinnisgleps í Sosialinum.


Socialdemokratiet fyrst

og fremst

Tað, sum undrar mong tá Jóannes skeldar, er, at tað ongantíð er Socialdemokratiet, sum ger nakað skeivt. Tað eru altíð føroyingar, hann er illur inn á!

Hetta er sera løgið ? ikki minst í hesum døgum.

Tí tað er jú tann socialdemokratiska stjórnin, sum noktar føroyingum at tosa við ST.

Tað er tann socialdemokratiska stjórnin, sum noktar føroyingum at tosa við NATO.

Tað er tann socialdemokratiska stjórnin, sum leggur seg útí okkara fiskivinnusamráðingar við Ísland og Grønland.

Tað er tann socialdemokratiska stjórnin, sum noktar at lýsa føroyskt sum alment mál og tjóðarmál í Føroyum.

Jóannes Eidesgaard er tann avgerandi atkvøðan hjá stjórnini. Hansara stuðul er fyritreytin fyri, at Nyrup kann sita við valdið.

Tí kunnu vit siga, at tað, sum stjórnin er ? ja, tað ger Jóannes Eidesgaard!

Hansara atkvøða verður brúkt til at nokta føroyingum at fáa føroyskt viðurkent sum tjóðarmál í okkara egna landi!

Hansara atkvøða verður brúkt at nokta okkum at tosa við ST og NATO, og tað er við hesum atkvøðum sum grundarlagi, at stjórnin leggur seg útí okkara fiskivinnutingirnar!


Trúgvur ímóti Nyrup

Tekur Jóannes undir við hesum? Vil hann, at danskt skal vera okkara tjóðarmál?

Neyvan.

Hann er bara so totalt og fullkomiliga trúgvur mótvegis sínum donsku arbeiðsgevarum, at sjálvt tá teir eyðmýkja føroyingar, stuðlar hann teimum, og letur seg brúka av teimum.

Hann torir ikki at hótta við at taka sín stuðul aftur. Hann torir ikki ein ganga at siga nei. Hann torir bara at siga ?ja, harra Nyrup?!

Tá so stjórnin við hansara stuðuli t.d. staðfestir at danskt er alment mál her í landinum, ella noktar føroyingum at tosa við ST ella NATO, ja, so verður hann í øðini. Ikki inn á stjórnina, men inn á sínar egnu landsmenn!

Sambært Jóannesi er feilurin ikki at stjórnin noktar føroyingum at tosa við NATO ? nei, feilurin er, at føroyingar biðja um loyvi til tað!

Feilurin er, at føroyingar biðja um at føroyskt skal vera okkara høvuðsmál!

Feilurin er, at føroyingar seta ST ein spurning!

?Tað er landsstýri sum skapar samanbrestir! Landsstýrið ger sær fyri skommum!? skeldar Jóannes.

Og tann einasti mátin at sleppa undan samanbrestum, ja, tað er sjálvsagt at vit geva okkum fult og heilt undir stjórnina og hennara vilja.

Vit skulu ikki ein gang spyrja nakran um nakað, uttan við loyvi frá stjórnini.

Vit skulu, snøgt sagt, vera eins totalt undirgivin teir donsku socialdemokratarnar, sum Jóannes sjálvur er!

Tann vanligi veljarin undrast. Tí var hetta ikki maðurin, sum áðrenn fólkatingsvalið bað um stuðul frá føroyingum, tí hann skuldi niður á danating at vera eitt føroyskt jarnbrot?? Og er hetta ikki sami maður, sum hevur sagt við donsku pressuna: ?_jeg lader mig ikke prostutuere?!


Kai Vágfjall