Tað var í evstu løtu, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, handaði Løgtinginum eitt uppskot um fíggjarkarmarnar fyri næstu árini. Eftir lógini skuldi uppskotið handast Løgtingsskrivstovuni í seinasta lagi á midnátt og klokkan var ikki nógvar minuttir í midnátt, tá ið uppskotið varð handað og sent Løgtinginum.
Eftir reglunum skal uppskotið samtykkjast á formligum landsstýrisfundi og tað var ikki fyrrenn klokkan 23 í gjárkvøldið, at komið varð so langt, at Løgmaður kundi kalla saman til landsstýrisfund.
Ta máttu landsstýrisfólk kasta tað, tey høvdu í hindunum og skunda sær í Fíggjarmálaráðið, sjálvt Jørgen Niclasen, sum sat við búgvi borð í brúdleypi, mátti bróta av og skunda sær í fíggjarmálaráðið
Og har varð uppskotið so samtykt og undirskrivað, so at tað kundi sendast løgtinginum nakrar fáar minuttir fyri midnátt.
Tað er øll samgongan, sum er við til at senda uppskotið í Løgtingið.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins sigur, at hann er samdur við uppskotinum, sum fer niðan.
Men flokkurin er ikki samdur við fíggjarkarmunum, tí hann heldur, at fleiri sparingar áttu at verðið gjørdar.
- Men tað, sum er komið á pappírið, taka vit undir við, segði hann í fíggjarmálaráðnum á midnátt í gjárkvøldið, eftir at uppskotið varð undirskrivað og hann skundaði sær aftur í brúdleyp.