Jóannes Kristiansen 100 ár í ár

Í hesum sambandi letur upp serlig framsýning á Báta- og Listasavninum í Leirvík.

Tann 12.februar verða 100 ár síðani myndlistamaðurin úr Leirvík, Jóannes Kristiansen, varð føddur.


Í hesum sambandi letur upp serlig framsýning á Báta- og Listasavninum í Leirvík, týsdagin 13.februar kl.17.


Jóannes málaði Leirvíkina nógv, bygdaløg, Sigatind, norður í hav og virksemi á staðnum, skip, bátar og fólk. Hann lærdi á Kongliga Danska Kunstakademiinum í 1940’unum, m.a. hjá Aksel Jørgensen, professara, og eitt skifti samstundis sum Ingálvur av Reyni.


Við Jóannesi Kristiansen fingu vit impressionistiska málningalist, nakað sum ta fronsku, við støði í serliga ljósinum her norðuri í Føroyum. Og hevur málarin verið ein fyrimynd og stór inspiratión hjá fleiri, sum koma eftir hann.


Báta-og listasavnið í Leirvík læt upp á fyrsta sinni í ár 2000 og eigur umleið 20 málningar eftir Jóannes Kristiansen umframt eftir onnur listafólk í bygdini. Men til hesa serframsýning í sambandi við 100 ára haldið, koma nógvir málningar eftir Jóannes afturat – serliga frá savninum hjá systursyni listamannin, Petur Martin Petersen.


Framsýningin verður opin soleiðis fystu vikuna:
Týsdagin 13/2 ​​ kl.17-21 (Røða og tónleikur kl.19)
Mikudagin 14/2 ​ kl.17-21
Hósdagin 15/2 ​kl.17-21 (Hugleiðing kl.19)
Fríggjadagin 16/2 ​kl.17-21
Leygardagin 17/2​ kl.15-18
Sunnudagin 18/2​ kl.15-18 (Tónleikur kl.15)


Hóskvøldið 15/2 kl.19 hugleiðir Petur Martin Petersen um Jóannes, og leggjast skal afturat, at í sambandi við føstugudstænastuna í Leirvíkar kirkju, mikukvøldið 14/2 kl.20, verður okkurt gjørt burturúr, at Jóannes Kristiansen hevur málað altartalvuna í kirkjuni. Petur Martin Petersen luttekur.

 

 

Framsýningin verður eisini opin í longri tíðarskeið eftir avtalu, verür sagt í tíïndaskrivi.