Jóannes S. Poulsen

Í dag, 15. mars, fyllir hvalbingurin Jóhannes S. Poulsen, vanliga nevndur Johannes hjá Jettu, 90 ár.

Johannes var giftur við Sonny, sum doyði í 1988. Tey fingu trý børn Kammu, Finn Ejler, sum doyði hálvt ára gamal, og Jan. Johannes sigldi sum ungur, arbeiddi á landi í Íslandi og Grønlandi, var við at gera bergholið til Sandvíkar og skúlan í Hvalba. Hann arbeiddi heili 17 ár á Bacalao í Havn.

Johannes hevur verið av raskastu monnnum og er enn sum ein unglingi. Hann var ein av fyrstu harmonikuspælarum í Hvalba, og mest sum hvønn einasta dag tekur hann harmonikuna og undirheldur teimum gomlu á sambýlinum.

Dagurin verður hildin í sambýlinum í Hvalba frá 17.00 til 20.00.