Jóansøkufestivalurin í summar

Jóansøkufestivalurin 2009 verður á jóansøku á Tvøroyri, boðar Suðuroyar Tónleikafelag frá í tíðindaskrivi Nevndarlimirnir í Suðuroyar Tónleikafelag eru komin ásamt um at skipa fyri Jóansøkufestivali 2009.

-Nú verður arbeitt við at fáa teir økonomisku karmarnar upp á pláss, sigur Trygvi Strøm formaður í STF.

Ætlanin er síðani at plan- og fastleggja rammurnar fyri tiltakinum, sum eftir ætlan kemur at liggja við gomlu pakkhúsini niðri á keiini, á Tvøroyri.

Ætlanin er saman við ítróttarfeløgunum at skipa fyri spennandi og fjølbroyttum Jóansøkufestivali. Fyrireikararnir siga seg hava spennandi nøvn í kikaranum.