J-Bandin vann Fólkaflokkin

Tað annars so meinaleysa for­mans­stríð­ið í Fólk­a­flokki­num mill­um Ann­iku Ol­sen og Jørg­en Nicl­a­sen tyk­ist hava ment seg til eitt rætti­ligt valds­stríð, sum hev­ur all­ar teir in­gre­di­ens­ir, sum skulu til.

Fólkaflokkurin hevur í fleiri før­um víst seg eins og komm­uni­sta­flokk­ar­nar eyst­an­fyri í gomlum døgum.
J-Bandin í Fólkaflokkinum kundi tað sama havt so matar menn sum Leonid Bresjnev, Jurij Vlad­i­mi­r­o­vitj Andropov og Kon­stan­t­in Tjer­n­en­k­o – og fyri tað sjálv­an Mao – sum lim, held­ur enn J. Nicl­a­sen, J. á Lakjuni, J. Vest­er­gaard og J. Mikk­el­sen. Men J-Band­in hev­ur vunn­ið slag­ið. Hann hev­ur tulk­að seg til tað, at ein inn­still­ing er ein inn­still­ing av ein­um manni – Jørg­eni Nicl­a­sen.
Einaferð fekk Jørgen Nicl­a­sen eina aðra innstilling. Tað var í Utt­an­rík­is­ráð­num, tá að­al­stjóri skuldi set­ast. Ein inn­still­ing varð gjørd. Trígg­ir menn vóru inn­still­að­ir, og Jørg­en valdi numm­ar trý. Tá floks­leiðsl­an hjá Fólk­a­flokk­i­num skal velja for­mann í kvøld fær hon fyri ein sikk­ur­heit­s­skuld bara eitt val­evni at velja í.
Val­ið er frítt, men valið er eitt­ans, og valið er Jørgen.
Annika mátti lúta, og páp­in var fyri ein sikk­ur­heits­skuld eis­ini spark­­að­­ur frá sum for­­mað­ur í Suð­ur­oy­ar Fólk­a­­floks­felag.
Kommunistar ella ikki. J-Band­­in ella 4-Bandin. Segði nakar, at makt korr­um­p­er­ar?