Jeffrey Bernstein vaks upp í einum jødiskum umhvørvi í Brooklyn í New York, og hann hevur virkað millum ortodoksar jødar í Amerika, Moskva, India og Sentral Asia. Komandi dagarnar vitjar hann í Føroyum og greiðir frá sínum arbeiði millum kristin og jødar kring heimin. Jeffrey Bernstein verður at hoyra í Havn, Gøtu, Skálabotni, Fuglafirði, Søldafirði, Vági, Sandavági og á Tvøroyri.