Koyrdi í einum lastbili fríggjakvøldið. Passaði arbeiðið soleiðis, at lastin var full um útvarpstíð, so eg kundi hoyra tíðindini á veg niðan á brennistøðina.
Samrøða var við landsstýrismannin í fíggjarmálum. Hann tosaði m.a. um at tálma nýtsluni, so búskapurin ikki kókar yvir ? og alt gott um tað.
Men hóast dieselmotorurin á lastbilinum næstan yvirdoyvdi útvarpið, so hoyrdi eg hann siga, at »kanska serliga í høvuðsstaðarøkinum« er nýtslan stór.
Hetta fekk meg at hugsa: Hava flakafólkini á virkinum í Havn ella lossararnir á Eystaru Bryggju meiri pening at rutta við enn aðrir føroyingar? Fáa almenn starvsfólk í Havn meira í løn enn aðrastaðni?
Ella hvat við kommunumonnunum, sum ganga aftaná asfaltbilinum og fylla í holurnar, so vegirnir verða tryggari at koyra á? Heimahjálpirnar og vaskikonurnar á Landssjúkrahúsinum, fáa tær betri sømdir enn aðrastaðni? Nei, so er ikki.
Og so kundi eg nevnt nógv onnur hampafólk, sum passa sítt dagliga arbeiði og stríðast við at fáa endarnar at røkka saman.
Í mínum arbeiði komi eg hvørja viku runt um í landinum og eg síggi onki til at havnarfólk hava størri forbrúk enn onnur í hesum samfelagnum!
Vinarligast,
Bjarti Mohr, valevni
hjá Fólkaflokkinum