Hví eru teir so altráir at koma hendanvegin við »skrekkkampanju«? Okkurt býr undir hjá teimum, og okkurt síggja teir seg kunna brúka Føroyar til, um ikki í dag so eitt sindur seinri. Hvat í verðini skulu teir annars við Føroyum, - tann vanligi danskarin, sum bert hevur fingið inn í høvdið, at vit brúka teirra skattapening, ynskir okkum har sum piparið grør, - samb. fitta lesarabrævið: »Danmark bør kappe navlestrengen til færingerne. De har - på kredit - lavet en infrastruktur, der efter danske forhold svarer til en sekssporet motorvej ud til »Lars Tyndskids hønsehus«, undirskrivað av Th. Brobjerg, Birmavej 25, København S.
Óli Breckmann segði undir viðgerðini, Føroyar sum fullveldi: »Vit hava ikki ráð, at hava samband við Danmark«. Eg veit ikki, hvussu hann meinti tað, men ádú, sum hann hevði rætt. Vit hava nú ár eftir ár kopierað Danmark, sum er innanfyri EU. Tað verður ov nógv at viðgera øll kopiini - MVG?ið - samtíðarskattin - karensdagar - Idehúsbygningar - stjórarnir hjá F. Normann Christensen - Teledanmark o.s.v. men lat meg bara, eftirsum ein maður í fimmaranum gjørdi grin við posthúsinum, sum føroyingar hava yvirtikið og ikki megnaðu at fáa at geva yvirskot - taka tað sum dømi. Posthúsið er eftir mínari hugsan so peredanskt og EU?skt, sum tað kann verða, tó undantikið at adressukort o.a. eisini hava føroyskan tekst. Skal tú hava ein pakka frá posthúsinum, fær tú fyrst eina grøna fráboðan - síðani eina gula við toll, MVG og Gatt tolli - (hvat er t.d. gatt tollur? er tað nakað føroyskt?) - so kanst tú fáa pakkan, um hann kostar minni enn 3.000 kr. annars skal tú útgreina hvønn einasta lut í nettovekt til tollavgreiðsluna. Eg hevði einaferð samlað evningslutir (skúli), so sum blýantar, penslar, litir, viskileður o.a. undir eina vekteind, men fekk tað sørindansemeg aftur í høvdið - rættað, har tað nú stóð nakað soleiðis: 2,7 kg. av viskileður - 1,9 kg. blýantar o.s.fr. Eg kundi hugsa mær, at sæð tann føroyingin, sum fór at skriva doktararitgerð um, hvussu nógv viskileður føroyingar hava nýtt, síðan Danmark kom inn í EU. (Hetta er avgjørt eingin ábreiðsla til tykkum, sum arbeiða á posthúsinum, tvørturímóti haldi eg hetta vera óneyðugt »putl«, sum verður lagt omaná tykkara veruliga neyðuga arbeiði).
Hyggið her: »Bønin Faðir vár, hevur 50 orð, tey 10 boðini og amerikanska mannarættindayvirlýsingin hava 300 orð. Men eitt EU-direktiv um KARAMEL framleiðslu, hevur ikki færri enn 26.911 orð. Jú! tú læs rætt! karamellur (fløtakaramellur). Hetta kann man kalla proportiónskeiking.
Skulu vit hava eitt føroyskt posthús, skal tað vera føroyskt, og tá hevði tað óivað givið yvirskot - eitt adressukort við einum pakka til Australien, og pakkin hevði komið líka skjótt fram, sum nú við 4 kopium aftrat. Hvør krevur annað? Vit eru ikki í EU og hava onga orsøk at nýta EU direktiv, við so villum bureaukratiið, sum koyrir vanliga Palleba um koll av strongd, harafturímóti eiga vit at vísa, at vit eru eitt fólk, ið vil hava okkara egnu skipan, og ikki altíð »bogna« undan og taka upp tað ið DK og EU krevja. Hvussu ofta hava vit ikki broytt okkara FØ, tí tað ikki passaði hinum londunum. Gera íslendingar sovorðið? Ja, um teir so gera, so standa vit sterkari við at vísa okkum við pannuni hægri uppi. Hetta við »at man má fyri at kunna selja, keyp aog verða uppií«, er ivaleyst bara nakað, vit billa okkum. Danmark og Brussel eru ikki einastu støð, ið keypa og selja, og fyri alt tað, so liggja Føroyar so mitt fyri, sum nakað annað land, í fríðum reinum sjógvi. Eg havi t.d. hoyrt frá svenskum tjóðbankastjóra, at føroyingar høvdu staðið seg best, um vit hava haft okkara egna gjaldoyra. Hvussu nógvir føroyingar munnu vera samdir við hann?
Skulu vit hava fullveldi, mugu vit liva føroyskt, og tá høvdu vit livað væl verið vís í tí? Kærleikin til móðurlandið telur meira, enn at búgva í glæstriborg við einum Mercedes uttanfyri.
Ein grikskur filosoffur spákaði sær ein dagin á markedsplássinum í Athen. Aftaná at hava eygleitt allar vørurnar, ið vóru til sølu segði hann: »Sum tað eru nógv ting í verðini, sum eg saktans kann vera fyriuttan«. Og ein dagur í SMS eigur at vekja somu fatan okkara millum. Tað eru so mong ting, vit kundu ynskt okkum at átt; men vit kunnu meira enn so vera tey fyriuttan og liva lukkuliga hóast alt.
Okkurt vinnandi er við lítlu Føroyum, verið vís í tí, annars høvdu ikki allir higartil fólkatingsmennirnir verið her, og leggið til merkis, smáhóttanirnar!! Eingin vetrartyrluflúgving, stórt avgjald til føroyingar, ið flýta til DK við bili. Tað kemur meira, tað eri eg vís í, men tað ræður um at vera vakin og lurta.
Eg skal enda við at siga, sum omma segði við abba: »Gevst ikki Jóannes« - »Gevst ikki Høgni«.
Jóannes bóndi var gamal og doyði stutt áðrenn fyrstu loysingina í 1946 - tú ert ungur og vitugur, og hevur nógv fólk aftanfyri teg, sum vit vóna ikki fara at svíkja nú. Tað harmar meg, at tínir lestrarvinir úr DK, stinga teg í ryggin í bløðunum, ístaðin fyri at tosa við teg og rætta tær eina hjálpandi hond.
Elin Dahl Johannesen