Hendan fryntliga, prátingasama mannin, sum, uttan at taka munnin ov fullan, kann tosa við øll fólk, og eisini fegin ger tað.
Jógvan er eiðismaður av uppruna. Sonur Elly og Edvard Joensen, Edvard í Skorini. Og ongantíð er nakar í iva um, at hann veit, hvør hann er. Er nakar, sum er ættkærur og kennir til ætt, er tað Jógvan. Nevn orðið ætargransking, so er hann við. Og sleppur hann, roknar hann í eini handavending ættina uttan steðg í beinari linjum aftur til Heina Havreka.
Jótgvan fór ungur av Eiði. Fór sum 12 ára gamal til Klaksvíkar at ganga í skúla. Síðan hevur hann nomið sær læru sum møbilpolstrari, ið gjørdist hansara lívsstarv. Og hann er «still going strong«, hóast hann í fleiri ár hevur tosað um, at nú má hann fara at slakka av. Men tað dugir hann eftir øllum at døma ikki.
Hóast hann altíð hevur havt ríkiligt at gera í sinum arbeiði, hevur hann kortini fingið tíð til ymisk frítíðarítriv.
Øll, sum seinast 50 árini ella so hava havt nakað samband við fráhaldarørsluna í Føroyum, kenna Jógvan. Hann hevur verið virkin í losjuni í ein mansaldur at kalla. Ungmannadeildini í Havn og seinni eisini í losjuni Støt Viljen, har hann hevur verið ein av høvuðsstuðlunum.
Tá Ungmannadeildin í síni tíð tók ítróttarliga táttin upp og stovnaði ungmannafelagið Kyndil, var Jógvan í fremstu røð. Hann er skrásettur sum limur nummar eitt í Kyndli og var eisini fyrsti formaður felagsins. Sjálvandi spældi hann eisini hondbólt við Kyndli. Eisini hevur hann í sínum ungu døgum spælt fótbólt við HB, har hann millum annað var við at vinna okkurt meistarheiti í yngru deildunum.
Ein søga gongur um hann, tá hann var í Danmark í útbúgvingarørindum. Tá skuldi hann vinna sær nøkur oyru við at selja ís í Ítróttarparkini. Men sølan var einki serlig, tí hann var meira upptikin av dystinum enn av at selja hesar góðu ísar.
Jógvan hevur bát, sum hann tó viðgongur, at hann er ov sjáldan í. Men kanska tað fer at broytast? Hvør veit?
Eftir at hann gavst við møblasøluni Innbúgv, hevur Jógvan polstrað burturav. Og nokk er at gera. Fólk vilja fegin sleppa at sita í gomlu sofuni hjá ommuni. Og ikki er eiðasørt, at hann hevur annað at gera eisini. Eitt nú eru rættiliga nógvir skipsmenn, sum dagliga sita í stólum og á beinkjum, sum Jógvan hevur polstrað.
Jógvan er giftur við Lauru, dóttir Sigrid og Thomas G. Thomsen úr Vestmanna.
Jógvan og Laura eiga børnini Sigrid, sum býr í Danmark, og Edvard, sum býr í Havn. Ommu- og abbabørnini eru seks í tali.
ej