Jógvan er sørvingur, foreldrini vóru, Josefina, f. Johannesen, úr Vestmanna, og Hans Falkvard, úr Sørvági.
Jógvan hevur siglt alt sítt lív. Hann fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal við gamla Høgafossi. Síðan hevur hann siglt við ymiskum fiskiskipum, trolarum og farmaskipum og róði út í Grønlandi í nøkur ár. Seinastu nógvu árini hevur hann verið útróðrarmaður burturav við egnum útróðrarbáti. Síðan Jógvan fylti 67 ár og kom í pensionistaaldurin, er ferðin ikki minkað. Tá flutti hann úr A-bólkinum í B-bólkin hjá útróðrarmonnunum, hetta gjørdi, at hann nú kann rógva út fleiri dagar um árið, enn hann gjørdi áðrenn. Hann er veiðimaður og dámar eisini væl at skjóta harur.
Jógvan er giftur við Elitu, f. Heinesen, úr Sandavági. Tey eiga fýra børn, tey eru: Mervin, Josefina, Eli Jan og Laila. Elita og Jógvan eiga 13 ommu- og abbabørn.
Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið 8. november í húsunum hjá Sørvágs Húsmøðrafelag.