Veðri henda dag var illsligt, vindur og regn, men tað løtuna í prestur kastaði jørð á, varð ein skái; ein hugsaði við sær sjálvum, at henda skáa hevði Jógvan uppiborið.
Stóran part av lívi sínum var Jógvan á sjónum sum maskinmaður. Mest sigldi hann við skipum úr Suðuroynni, einamest varð siglt út frá Vági, men eisini, serliga seinastu árini, var hann við skipum av Tvøroyri.
Hóast heilsan byrjaði at seta forðingar fyri nøkrum árum síðan, var Jógvan fleiri túrar á hvørjum ári. Tað er ikki hvørjum manni unt at kunna verða á sjónum, tá árini eru farin væl um tey sjeyti.
»Beinta« av Tvøroyri, varð seinasta skipið hann var við. Skipið skuldi í summar til Pólands at sandblásast. Jógvani stóð í boðið at verða við, hann var sum altíð fúsur til ferðar, men hetta bleiv av ongum. Seinasti túrurin var sigldur.
Í heimbygdini var Jógvan virkin, serliga í yngri árum. Ungmannafelagshúsið á Sandi, sum í mong ár hevur verið karmur um mangt eitt tiltak í bygdini, er eitt gott dømi um virkisfýsni hjá honum og øðrum góðum fólki heima á Sandi. Húsið bleiv bygt í einari peningafátækari tíð og er tí lætt at ímynda sær, at tað hevur verið eitt ódnartak at fáa húsið liðugtbygt.
Ítróttarfelagið B71 stóð honum nær. Helst gleðist hann um, at ítróttarfelagið, ið var, tá hann var ungur, men var dottið niðurfyri, nú varð endurstovnað. Eisini gleddist hann um felagið B71, ið hevði glæsulig úrslit at vísa á.
Jógvan var virkin í fakfelagsarbeiði, var formaður í Sands Arbeiðarafelag í mong ár.
Eisini sat hann sum stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag.
Ættkærur maður var Jógvan. Hann átti syskin í Danmark, Skotlandi og í Føroyum, bert ein av hesum systkjum er eftir, tað er Vagn í býr í Danmark. Systkin síni og tey ið teirra vóru, var hann góður við, men sjón var fyri søgn, at hetta var ikki einvegis kærleiki, hesi somu mettu hann høgt og vóru somuleiðis góð við hann.
Jógvan hevði nógvar vinir, kendi ørgrynnu av fólki. Tað kom ein skjótt at sanna, um ein kom í fylgi við honum. Okkurt ávíst strekki kundi taka sína tíð at ganga um nógv fólk var á leiðini, prátast skuldi við hvønn og ein vin og kenning.
Jógvan virkaði stóran part av lívið sínum við Suðuroyarskipum, hetta gjørdi hann kendan og vældámdan her í oynni. Her suðuri gekk hann undir navninum Jógvan á Sandi.
Heppi fyri okkum í Valinum, fann Jógvan sær konu av Tvøroyri. Fryntligur og vinsælur sum hann var, setti hann sín góða dám á húsið við Sjúkrahúsvegin.
Eisini grannalagi tók hann skjótt til sín, hann var húsvandur á garðinum. Tað var eins og hann hoyrdi til býlingin.
Vit, sum í nógv ár hava kent Jógvan sum ein góðan vin, ið mangan var hollur, koma at sakna hann ið tíðini ið kemur, men svárastur man saknurin vera hjá Herthu, børnum og abbabørnum, ið mist hava ein góðan mann, pápa og abba.
Eftir standa góð minnir um Jógvan á Sandi.
Dan