Jógvan Isaksen 60 ár

Mikudagin 25. august fylti føroyski kriminalrithøvundurin, búsitandi í Danmark, Jógvan Isaksen, 60 ár.

Jógvan er føddur í 1950 í Havn. Hann tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla í 1970.


Hann hevur lisið á universitetinum í Århus og Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Síðani 1986 hevur hann verið lærari við Keypmannahavnar Universitet.


Jógvan hevur m.a.havt mentunarligar sendingar í Útvarpi Føroya, Sjónvarpi Føroya og Danmarks Radio. Hann hevur eisini undirvíst fleiri skeið á Fróðskaparsetrinum.


Jógvan hevur umframt bókmentasøgu, bókmentagreinir og ummæli skrivað fleiri krimiskaldsøgur og barnakrimisøgur. Í 1994 fekk hann virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir.