Jógvan Jespersen 50 ár

Sunnudagin 4. desember verður Jógvan Asbjørn Jespersen í Havn 50 ár. Jógvan komast allir føroyingar við, tí hann hevur í meiri enn eina fjórðings øld arbeitt í almennu loftbornu miðlunum, og síðani á nýggjárinum hevur hann verið stjóri í Kringvarpi Føroya.

Jógvan er havnarmaður, og hann er uppvaksin úti í Grønlandi. Pápin var Daniel Johan Jespersen, sum var ættaður úr Hvalba. Hann var føddur í 1911, og hann doyði í 1995. Mamman er Kathrina fødd Olsen og ættað úr Miðvági. Hon er fødd í 1918 og er sostatt 87 ára gomul. Hon býr framvegis í barnaheiminum hjá Jógvani, har pápin í fleiri ár hevði kiosk í kjallaranum.
Kathrina og Daniel Johan fingu tríggjar dreingir: Pól í 1948, Eyðun í 1952 og Jógvan í 1955. Teir búgva allir í Havnini.
Jógvan var liðugur á matematisk samfelagsligu deildini í Hoydølum í 1975. Hann var millum tey tólv, sum hetta árið ikki fingu prógv, tí tey ikki vildu ganga við til, at skrivliga próvtøkuuppgávan í samfelagsfrøði ella lívfrøði varð umsett til danskt, áðrenn hon var vigað. Jógvan taldist millum tey fremstu í málstríðnum, og hann helt hvassorðaða pisurøðu í plantaguni í juni 1975.
Á sumri í 1975 fór Jógvan á Danmarks Journalist Højskole í Århus. Undan honum vóru fýra føroyingar farnir undir journalistútbúgving á skúlanum, sum tá var lutfalsliga nýggjur. Teir vóru Árni Gregersen, Jan Müller, Jóhann Mortensen og Randi Jacobsen. Jógvan leyk prógv í 1979. Hann hevði í lestrartíðini verið í starvsvenjing í Útvarpinum og á Sosialinum, og beinanvegin eftir, at hann hevði lokið prógv, fór Jógvan í starv í Útvarpi Føroya.
Tað var skjótt, at lurtararnir fingu staðfest, at talan var um arbeiðssaman, væl skipaðan og nágreiniligan útvarpsmann. Umframt at arbeiða við tíðindum gjørdi Jógvan sendingar og sendirøðir, sum eitt nú snúðu seg um flogsøguna, samferðslusøguna og rækjusøguna.
Eftir at Sjónvarp Føroya var sett á stovn í 1984, flutti Jógvan hagar at arbeiða. Tað var fyrst og fremst Dagur og vika, sum var á skránni, og í 1988 tók Jógvan við programmleiðarastarvinum, sum Finnbogi Ísakson, sáli, hevði sitið í. Sama heystið, sum Jógvan var komin í Sjónvarpið, stóð hann fyri fyrstu royndini við sendingunum Í andgletti. At hava politikarar í sjónvarpsstovuni at svara spurningum í roynd at vinna tokka millum veljararnar hevði ikki verið roynt áður.
Fyrsta mai í 1990 gjørdist Jógvan Jespersen stjóri í Útvarpi Føroya. Í tí sessinum hevur hann verið síðani. Fyrsta september í fjør varð hann fyribilssettur sjónvarpsstjóri, og síðani á nýggjárinum hevur hann verið stjóri í Kringvarpinum. Jógvan hevur verið høvuðsábyrgdarmaður fyri stóru menningini, sum Útvarpið hevur verið í seinastu fimtan árini, og nú er stóra avbjóðingin hjá honum at fáa báðar almennu loftbornu miðlarnar at samstarva og at prógva, at tað er báðum miðlunum at gagni, at teir eru undir sama hatti.
At tað framvegis liggur væl fyri hjá Jógvani at standa fyri tíðindasendingum hevur fleiri ferðir verið staðfest, tá ið Starvsmannafelagið hevur verið rakt av arbeiðssteðgi, og útvarpsmenninir harvið ikki hava verið til arbeiðis. Longsta tørnið, sum Jógvan einsamallur hevur syrgt fyri tveimum tíðindasendingum um dagin, hevur higartil verið í 23 dagar.
Jógvan legði í 1987 50 ára minningarritið hjá Føroya Studentaskúla til rættis. Hann legði síðst í áttati árunum tvær útgávur at býarhandbók hjá Tórshavnar býráði til rættis, og í eini seks ár skrivaði hann føroyska partin í tíðarritinum Nordisk kontakt.
Í 1997-98 var Jógvan formaður í nevndini, sum vegna landsstýrið gjørdi reyða ES álitið, og síðani 1. apríl í 1994 hevur hann verið alment umboð í nevndini fyri Føroya Banka. Tað er danska búskaparmálaráðið, sum hevur tilnevnt henda nevndarlimin, eftir at Landsstýrið hevur innstillað. Henda skipanin fer úr gildi á nýggjárinum.
Jógvan giftist í 1976 við Marjun Andreassen, sum er ættað av Toftum, og sum arbeiðir í Norðurlandahúsinum. Tey eiga tvær døtrar: Katrin, sum er fødd í 1978, býr í Keypmannahavn, og Anna Kristina, sum er fødd í 1987, býr heima hjá foreldrunum. Jógvan eigur eina abbadóttur í Keypmannahavn. Hon varð fødd í apríl í fjør.
Jógvan er sera professionellur maður, og hann er friðarligur og fyllir ikki nógv, hóast eingin ivast í, at hann veit, hvat hann vil, og at hann dugir væl at liggja á kósini. Hann er fittur í hondunum, og í frítíðini dámar honum væl at fáast við handverk. Eitt nú hevur Jógvan smíðað stóran part av húsunum undir Brúnni, og honum dámar væl at standa fyri matgerðini, og tað sigst at liggja væl fyri.
Føðingardagin verður móttøka fyri innbodnum.J