heiðursbræv
Stjórn ÍSF hevur samtykt at lata Jógvan á Lað heiðursskjalið eftir tilmæli frá Fótbóltssambandinum.
Í grundgevingunum fyri viðurkenningini segði forseti Ítróttasambandsins m.a.:
?At Havnarmenn eru ernir av Jógvan á Lað sæst á øllum brøgdum. Hann verður av nógvum nevndur ?Mister HB?. Og hetta er ikki at taka munnin ov fullan.
Tað er kanska hóskandi, at Jógvan á Lað, nú HB fyllir hundrað ár, verður heiðraður við heiðursskjali Poul E. Petersens. Hann hevur í ein mansaldur verið tvinnaður saman við virksemið í felagnum og føroyskum fótbólti sum heild.
Árini 1946-63 leikti hann við besta liðnum hjá HB, og tíðina, hann var niðri, leikti hann við ÍF Føroyum. Eisini á føroyska landsliðinum gjørdi hann vart við seg.
Jógvan røkti í mong ár álitisstørv innan ítróttin. Hann var í nevndini í HB í tíðarskeiðnum 1947-1972, helvtina av árunum sum formaður. Hann var formaður í bygginevndunum, tá HB bygdi felagshús fyrst við niðara vøll og síðan við ovara vøll. Hann hevur eisini verið úttøkumaður til landsliðið og stjórnarlimur í ÍSF.
HB valdi í 1992 Jógvan á Lað til heiðurslim. Hann er higartil tann einasti, sum hevur fingið hendan heiðurin.
Jógvan á Lað hevur í virki sínum víst dygdir sum ábyrgd, nærlagni og trúfesti. Hetta eru dygdir, ið ítróttarrørslan í Føroyum er grundað á.?
Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð latið í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt. Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF.