Tað, sum eykennir Eivind, er at hann er sera álítandi, erligur, tvørur og hjálpsamur. Hetta seinasta hava helst fleiri sanna, sum eru komin illa fyri ella hava havt brúk fyri ráðgeving og hjálp, og hann gerð tað uttan armsveiggj.
Hann er eisini óvanliga gløggur, og kann helst bólkast millum teir orginalu útvaldu heilar í landinum, sum snæra skjótast, um enn onkuntið rættiliga alternativt.
Maðurin tolir eisini nógv trýst. Hetta er eisini neyðugt, tá hann við jøvnum millumbilum setir eldfim tabu evnir á dagsskránna.
Í einum seyðafylgi vildi Eivind verið svarta ærin, sum aldrin fæst í rætt. Honum dámar væl ganga ímóti rákinum. Hetta ger sjálvsagt, at tey hann er upp ímóti ella saman við ongantíð fáa lætt spæl, men altíð mugu gera sítt ítarsta.
Eg rokni við, at tá Eivind biður Faðir Vár, hevur hann ynski til Várharra um at fáa hann at taka størri økonomiska ábyrgd, so ikki alt druknar í berari trúgv.
Eivind er piparsveinur enn, og verður tað helst eisini, um rokniørkini framhaldandi vinna á fólksligu uppdriftini í hugaheiminum hjá borgmeistaranum, vinnulívsmanninum og chef-ideologinum í Sambandsflokkinum. Rokniarki ð hjá Eivind, costbenifit analysan, vísir heilt greitt, at tað er alt ov kostnaðarmikið at fonglast við konufólk og líknandi útreiðslukrevjandi element.
Politiskt eru vit báðir Eivind vornir púra avkláraðir við tíðini. Hann ein svartur sambandsmaður, og eg ein hvítur fullveldismaður.