Frank Davidsen, Sørvágur
Endiliga vísti Christian Høgni okkum síni evni fult út, eins og Andrew spældi ein sera góðan dyst.
Uttan at taka nakað frá Súna, Jón Róa og restini av hópinum, so vóru Rógvi og Mikkjal eftir míni meting teir, ið serliga skaraðu framúr, og ein kann undrast á, at ein leikari sum Mikkjal ikki hevur verið fastur maður á landsliðnum.
Krútsterkur ivð fínum teknikki og dugir væl at teima, tá ið hann taklar, so er hann kanska besti defensivi miðvallarleikarin, vit hava havt á landsliðnum.
At Rógvi fekk níggju út av tíggju bóltum í luftini móti heimsmeistarunum, eins og hann bardist fyri hvønn bólt og harafturat hevur máltev og fekk eitt mál í heimsklassa, sigur alt.
Liðskiparin Óli skal ikki gloymast, og har má sigast, at hann hevur ómetaliga nógv at siga fyri landsliðið, og er tað fult uppiborið, at hóast hann spælir í 1. deild, so er hann krumtappurin á landsliðnum.
Nú landsliðið nærum var fullmannað, vísti Jógvan Martin format, og eftir ein sovorðnan branddyst skylda vit landsliðnum, at vit fylla Svangaskarð mikukvøldið.