Jógvan Martin: Skiljast í sátt og semju

Tað er einki ilt millum Víking og Jógvan Martin Olsen, nú samstarvið millum partarnar er endað. Jógvan Martin Olsen var venjari hjá Víkingi í fýra og eitt hálvt ár.

 

- Samstarvið millum meg og Víking steðgar í sátt og semju. Havi alt gott at bera leiðslu felagsins alla tíðina eg havi verið í felagnum, sigur Jógvan Martin og takkar øllum í Víkingi fyri gott samstarv.

 

- Nú eg gevist, vóni eg at tað liggur nakað eftir meg í felagnum, sum tit kunnu byggja víðari á. Eg gleðið meg serliga yvir, at Víkingur fekk heilar fimm spælarar á U15 landsliðið. Hetta ber boð um eitt grundleggjandi gott ungdómsarbeiðið, leggur fyrrverandi landsliðsvenjarin afturat.

 

Jógvan Martin fegnast eisini um, at tað hevur eydnast felagnum at vunnið Løgmanssteypið tvær ferðir við honum á odda.

 

- Árið 2013 hevur ikki hilnast so væl sum vit høvdu vóna og tað má eg sum venjari taka mín part av skuldini fyri. Fari at ynskja Sigfríði og Effohópinum bestu eydnu við komandi uppgávum, sigur Jógvan Martin Olsen, sum nú er fyrrverandi venjari hjá Víkingi.

 

Jógvan Martin skal í næstum í starv á Svangaskarið. Ætlanin var ongantíð at halda fram longri enn hetta kappingarárið í Víkingi. Nýggjur venjari hjá Víkingi verður Sigfríður Clementsen.