Jógvan nýggjur tingformaður

Hetta er aðru ferð, at Jógvan á Lakjuni røkir starvið sum tingformaður

Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum er nýggjur tingformaður. Tað er nú greitt, aftaná at løgtingið fyri løtu síðan atkvøddi um málið.

Nýggi tingformaðurin bleiv valdur við atkvøðunum hjá 20 tingmonnunum, meðan 13 tingfólk atkvøddu blankt. Tað vil siga, at teir 17 tinglimirnir í nýggju samgonguni atkvøddu fyri uppskotinum við hjálp frá trimum andstøðulimum.

Restin av formansskapinum er mannaður við næstformonnunum Heðin Mortensen fyri Javnaðarflokkin, Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi.

Hetta er aðru ferð, at Jógvan á Lakjuni røkir starvið sum tingformaður. Í árunum 2011 til 2015 røkti hann eisini sessin, tá Fólkaflokkurin var í samgongu við Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum.