Jógvan Norðbúð farin

Sunnumorgunin andaðist Jógvan Norðbúð í Havn 58 ára gamalur. Hóast illa sjúkur, so vildi hann liva, og næstsíðsta leygardag eydnaðist honum at sleppa gjøgnum undirsjóvartunnilin og norður til heimbygdina

                      Jógvan var ættaður úr Klaksvík. Foreldrini vóru Poulina og Eskild Norðbúð. Poulina fødd Jensen var ættað av Sandi, og Eskild er klaksvíkingur.
                      Tey búðu við Sandin, har Eskild hevði klippistovu í veghæddini. Poulina var sálin í hugnaligum heimi í erva, og mong stukku inn á gólvið.
                      Poulina, sum doyði í 1990, og Eskild eiga tríggjar dreingir: Jógvan, sum var føddur 10. september í 1947, Anfinnur føddur í 1951 og Sjúrður føddur í 1952. Anfinnur býr í Hirtshals, og Sjúrður býr í Havnini.
                      Jógvan gekk í realskúla í Klaksvík og tók handilsskúlaprógv í 1967. Hann royndi sjólívið, lærdi í Føroya Banka í Klaksvík og Havnini, arbeiddi hjá pf. Stella í Klaksvík og Hans Joensen í Havnini, og fyrst í sjeyti árunum fóru hann og pápin undir nýmótans klædnahandil í bygninginum við Klaksvíksvegin, sum HF skeiðið í Klaksvík nú er í. Einki er at ivast í, at Norðtex var frammanfyri sína tíð.
                      Í 1976 flutti Jógvan til Keypmannahavnar, har hann las á handilsháskúlanum og arbeiddi. Fyrst í áttati árunum flutti hann aftur til Havnar, og hann og familjan búsettust í Kálvagerði.
                      Jógvan arbeiddi hjá Mortani Johannesen, Olafi Nielsen og seinastu nógvu árini var hann í skrivarastarvinum hjá Reiðarafelagnum. Har hevur hann verið umsitingarliga álitið, og tað kendist á honum, at fjølbroyttu avbjóðingarnar í júst hesum starvinum dámdi honum ógvuliga væl. Eisini hetta síðsta árið, nú hann hevur stríðst við sjúku, hevur hann verið til arbeiðis í tann mun, sum hann hevur orkað, og hann hevði bara havt gott at siga um arbeiðsgevaran.
                      Jógvan var ógvuliga fjølgávaður maður, hann var trúgvur, og hann spenti víða. Hann var miðvísur og neyvur, og eingin nýttist at fara afturum aftur, har hann hevði verið.
                      Ítróttarligu avrikini vórðu nevnd her í blaðnum í gjár.
                      Sum blaðungur fór Jógvan at syngja í sangkórinum í Betesda í Klaksvík. Djúpa og klára bassrøddin var fyrst í sjeyti árunum partur av Nikodemusarsangbólkinum, sum vinmaðurin M. C. Restorff var oddamaður fyri. Jógvan var við á slóðbrótandi Meistarans hond plátuni, sum kom í 1972.
Seinnu árini hevur Jógvan sungið í sangkórinum í Ebenezer, og seinasta árið hevur hann, hóast støðugt og alt meiri plágaður av sjúku, sungið saman við MC og Ólavi Jøkladal. Umframt ymsa staðni í høvuðsstaðnum hevur tað eitt nú í Klaksvík og Eysturoy verið undrunarvert og kveikjandi at staðfest, hvussu glaður Jógvan var fyri at syngja og at bera sín vitnisburð fram um, hvat tað var, sum hevði størsta týdningin, nú tað stóð so nógv á.
30. desember 1977 giftist Jógvan Elini Olsen. Hon er dóttir Elsubeth og Jukim Olsen í Havn. Elin og Jógvan eiga trý børn: Poula fødd í 1980, Júst føddur í 1987 og Elsa fødd í 1992. Jógvan eigur eisini sonin John Thomsen, sum var føddur í 1972.
Heimið í Kálvagerði er sera hugnaligt. Snøgga hondin hjá Jógvani sæst í so mongum  bæði innandura og uttandura, og hann var meistari í køkinum.
Í morgin verður ungdómsvinurin  tann triði úr Klaksvík seinastu fimm fjórðingsárini -  borin til gravar. Elin og børnini, sum stóðu so væl saman við honum eisini síðstu sváru tíðina, hava mist mest av øllum, og vit hugsa eisini um Eskild, beiggjarnar og Jukim og hansara.
Á Meistarans hond plátuni hevur Jógvan yrkt hetta, sum hann leggur einarødd til:
 
Menniskjað livir bert avmált tíðarskeið.
Ymisk er lagnan á hesi lívsins leið.
Onkur gerst gamal, og annar ungur fer,
men fá geva gætur, at Gud hann øllum ber.
 
Og í síðsta versinum heilsar hann okkum øllum soleiðis:
                      Lívið tað svinnur, og alt so dapurt er --- men!
                      Jesus hann livir, tær stað til reiðar ger.
                      Jesus er loysnin, hvat enn so heldur tær,
                      Jesus hann frelsir, um bert hann loyvi fær.
                                                                                                              Jóannes