Eitt vikuskifti í apríl 2017 var Jógvan Thomsen ferðaleiðari hjá einum bólki av donskum ferðafólkum í Saksun.
Í bussinum dánaði ein eldri kvinna. Jógvan Thomsen bar skjótt at og legði hana niður í dúrkið, tí hon andaði ikki.
Hann bað Kim Anders Nielsen ringja 1-1-2, og fór síðani í gongd við at geva fyrstuhjálp.Samstundis sum tosaði bussførarin við sjúkrabilin, um hvar teir skuldu møtast. Jógvan Thomsen fekk kvinnuna at rakna við aftur, men so fekk hon aftur eitt hjartastopp.
Kvinnan bleiv førd á Landssjúkrahúsið, har læknar fingu lív í hana og gjørdu støðuna støðuga. Jógvan Thomsen fór seinni um dagin út á Landssjúkrahúsið at vitjað hana og familjuna, sum vóru saman við henni.
Takkað verið Jógvani Thomsen og Kim Anders Nielsen og teirra skjóta og dygdargóða innsatsi bjargaðu teir kvinnuni.
Jógvan Thomsen og Kim Anders Nielsen blivu tí kosnir ársins fyrstuhjálparar 2017. Grundgevingin hjá nevndini var hendan:
- Teir báðir hava megnað at givið likamliga fyrstuhjálp í eini truplari støðu. Teir fylgdu høvuðspunktunum í fyrstihjálpini, sum eru allneyðug fyri at bjarga mannalívum, at skapa tryggleika, fráboða 1-1-2 og geva fyrstuhjálp, skrivar nevndin.
- Hátturin, teir báðir skipaðu fyrstuhjálpina vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava tikið eitt fyrstihjálparskeið og hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu.
- Í støðuni kláraðu Jógvan og Kim at geva donsku kvinnuni lívbjargandi fyrstuhjálp. Hetta vísir, at teir høvdu yvirskot til at handla í einari akuttari støðu.