Um stutta tíð byrja Jógvan og Terji eina konsertrøð í Danmark. Byrjað verður tann 16. mars í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn, og síðani verða fleiri størri danskir býir vitjaðir.
Fleiri og fleiri føroyskir tónleikarar gera um seg í Danmark. Nú ætla teir báðir Jógvan og Terji at gera eina roynd at sláa ígjøgnum í Danmark. Teir báðir fara nú undir eina umfatandi rundferð í Danmark, har teir ferðast runt við fløguni frá 2010.
Teir báðir enda konsertrøðina á Nibe Festivali í juli mánaði.
Jógvan og Terji góvu í 2010 fløguna "Norðuratlantshavsblús" út, ið er ein fløga við blúsløgum sungin á Føroyskum. Tað eru løg av hesi fløguni, teir báðir fara at framføra umframt onkur nýggj løg.
Hvar teir spæla, ber til at kanna á heimasíðu teirra www.nordblues.dk
<http://www.nordblues.dk/>
Hesum boðar Tutl frá í dag.