Jógvan Philbrow heldur fram sum formaður

Ein útskiftingin verður tó í nevndini

Líkt er til, at námsfrøðingarnir eru væl nøgdir við arbeiðið hjá sitandi formanni og nevnd í Føroya Pedagogfelag.

 

Freistin at boða frá uppstilling á formans- og nevndarvarlinum á aðalfundinum 3. mars, var í gjár, men tá hon var farin, var einki boð komið um nýggjan formann.

 

Tí er longu nú greitt, at Jógvan Philbrow heldur fram sum formaður komandi trý árini.

 

Tað verður heldur eingin atkvøðugreiðslu í nevndarvalinum, tí har er eittans valevni sum stillar upp, samstundis, sum ein nevndarlimur, sum stendur fyri vali, ikki stillar upp aftur. Tað er Gunnvá Akraberg Hansen, sum verður nýggjur nevndarlimur í felagnum fyri Irdi Lið Gaardlykke, sum ikki stillar upp aftur.

 

Hin nevndarlimurin, sum stendur fyri valið, Nikkil Heinesen, heldur fram sum nevndarlimur. Umframt tey sita Elin Norðberg Wenningsted Tausen, næstforkvinna, og Hallgerð Jacobsen í nevndini. Tær báðar standa ikki fyri vali í ár.