Jógvan: Rís upp og lovsyng!

Sóknarpresturin á Gjaranesi, Jógvan Fríðriksson hevur ongan frídag um páskirnar. Hann hevur bæði gudstænastur, hugleiðingar í útvarpi, barnadóp og jarðarferð á skránni.

Gjaranes: - Hóast tað er eitt gamalt evangelium, sum vit prædika á páskum, so ynskja vit kortini, at tað skal kunna tala til menniskjuni í dag, sigur Jógvan Fríðriksson.
Sóknarpresturin á Gjaranesi hevur eina rættiliga strævna viku fyri framman við andaligum tiltøkum bæði í gleði og í sorg:
Hann skal bæði jarða fólk og gifta eitt par, samstundis sum hann skal fyrireika seg til tær mongu gudstænasturnar.
- Eg ynski at tala soleiðis til kirkjufólkið, at tey verða kveikt av og fyri boðskapin, soleiðis at tey sjálvi kunnu rísa upp, fara á føtur og syngja lovsang fyri páskaundrið, sigur Jógvan.

Høgtíðsdagar
Jógvan hevur nógvar ymiskar tænastur um høgtíðina. Tað krevst ein andalig og handalig fyrireiking til hvørja einastu teirra, men hetta tekur ikki mótið frá honum.
- Hesir dagarnir eru høgtíðsdagar við einum ótrúligum boðskapi. Í roynd og veru selja hesir tekstirnir seg sjálvar, og tí er uppgávan at geva fólki eitt gott upplivilsi í kirkjuni.
- Sálmarnir eru eisini góðir og kendir, og tí skulu teir eisini virka við til at geva fólki eina veruliga gudstænastu, har tey møta Jesusi, sum alt jú snýr seg um, sigur hann.
Jógvan er komin væl áleiðis við prædikum sínum, tá vit tosaðu við hann mánadagin. Og hann hevur tí á ein hátt lagt sína ætlan fyri gudstænasturnar.
- Eg veit, at nógv fólk kemur í kirkju á páskum. Tí ætli eg mær ikki at leypa í krovið á teimum og eg ætli mær heldur ikki at argumentera fyri tí sum hendir á páskum.
- Ynskið mítt er, at fólk verða gripin av boðskapinum og síðani kunnu lovsyngja honum, sum doyði á krossinum og reis upp fyri okkara skuld, sigur Jógvan Fríðriksson.

Í gleði og sorg
Páskavikan er rættiliga strævin hjá Jógvani, sum yvirlitið niðanfyri vísir:
Pálmasunnudag hevði hann konfirmatión við 20 konfirmantum í Sjóvar kirkju.
Mánadagin hevði hann samtalu við fólk um eina jarðarferð. Samstundis fyrireikaði hann seg til prædikurnar um páskirnar. Hann sat somuleiðis og hugsaði um innihaldið í teim hugleiðingum, hann skal hava í Útvarpinum landafríggjadag - hugleiðingar, ið hann kallar "Endurskin úr sálardýpi".
Týsdagin var hann í Havn fyri at lesa inn hesar hugleiðingar, og skuldi síðani fylgja jarðarferðini upp. Hann ætlaði sær eisini at fylgja einum kenningi av Strondum til gravar í samkomuhúsinum Nerija av Skála.
Mikudagin fyrireikaði hann seg framvegis til gudstænasturnar, men skuldi eisini hava eina brúðarvígslu í Selatraðar kirkju.
Skírisdag eru gudstænastur á Skála kl. 11 við altargongd og á Strondum kl. 17 vð altargongd, eins og ein barnadópur er á Strondum kl. 19.
Langafríggjadag er gudstænasta á Selatrað kl. 12 og seinni aftur í Oyndarfirði Helst fer hann eisini at lurta eftir hugleiðingum sínum í Útvarpinum seinnapartin.
Leygardagurin er eingin kirkjulig tænasta, men fyrireikingarnar halda fram til komandi gudstænastur.
Páskadag er gudstænasta kl. 11 á xx og kl. 12:10 á Strondum, har eisini ungdómskórið "Effata" fer at syngja. Og kl. 18 er gudstænasta í Oyndarfirði.
2. páskadag er barnavinarlig gudstænasta á Strondum kl. 12, har Barnakórið á Strondum fer at syngja.

- - -


Jóannis: Ein boðskapur fyri meg og teg

Jóannis Fonsdal, prestur í Havn ynskir at gera páskaboðskapin persónligan fyri kirkjufólkið.

Havn: - Fyri meg er eingin ivi um, at páskaboðskapurin er fyri meg og fyri teg - ja, fyri okkum, sigur Jóannis Fonsdal.
Tá vit ringdu til hann týsdagin var hann eisini komin áleiðis við prædikum sínum um høgtíðina.
Og hann hevur eitt tema, sum hann ætlar at lata ganga ígjøgnum tær fýra prædikurnar, hann skal hava um høgtíðina:
- Eg ynski at peika á felagsskapin við tann upprisna Jesus, og at hesin felagsskapurin er fyri okkum øll, óansæð hvørji vit eru, sigur hann.

Fýra gudstænastur
Um páskirnar hevur Jóannis fýra prædikur:
Pálmasunnudag hevði hann konfirmatión í Havnar kirkju.
Skíriskvøld kl. 18 er hann aftur í Havnar kirkju við altargangi.
Langafríggjadag kl. 12 prædikar hann í Kaldbaks kirkju.
Páskadag kl. 11 hevur hann gudstænastu á Hvítanesi.
2. páskadag kl. 11 verður hann so aftur í Havnar kirkju.

- - -

Jákup: Fimm gudstænastur

Sóknarpresturin á Sandi, Jákup Reinert Hansen hevur gudstænastu við eina missiónsviku, eins og hann á páskum verður við, tá nýtt dópsfat verður tikið í brúk í Skopun.

Todnes: Sóknarpresturin á Sandoynni, Jákup Reinert Hansen hevur fimm gudstænastur um páskirnar.
Pálmasunnudag hevði hann sjey konfirmantar í Sands kirkju.
Skírisdag kl. 12 verður gudstænasta við altargangi í Dals kirkju. Henda gudstænastan verður hildin í sambandi við missiónsvikuna, sum er í Dali í hesum døgum.
Langafríggjadag kl. 12 verður gudstænasta í Skopun, har eitt barn skal berast til dópin. Í samand við henda barnadópin verður eisini eitt nýtt dópsfat tikið í brúk. Hetta dópsfatið, sum er úr tini, hevur føroyski listarmaðurin, Helgi Joensen sum býr í Noregi, gjørt. Um kvøldið kl. 18 verður gudstænasta í Húsavík.
Páskadag kl. 12 verður gudstænasta við altargongd á Sandi.
2. páskadag kl. 12 er gudstænasta við barnadópi og altargongd í Skálavík.

- - -

Jónsvein: Grundin undir trúnni

Presturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech ætlar at fáa fólk at skilja týdningin av páskaboðskapinum.

Tvøroyri: - Allur kristindómurin er skipaður út frá tí, sum hendi á páskum. Tí er hetta ein so sera týdningarmikil hátíð - ein aksi, sum alt melur um.
- Uppgávan hjá okkum verður so at fáa sagt fólki frá hesum - at tey eisini mugu fáa eitt møti við tann livandi Jesus Kristus, sigur Jónsvein Bech.
Hann hevur somuleiðis nógvar gudstænastur um høgtíðina, og kemur runt til allar kirkjurnar í sóknini, umframt eina gudstænastu á Ellisheiminum á Tvøroyri.
Skírisdag fara konfirmantarnir til altars, og tá ynskir hann eisini at tala bæði til tey ungu og teirra avvarðandi.
- Eg ætli mær at brúka einføld orð til hesa gudstænastuna, so at øll kunnu fáa nakað burturúr prædikuni, sigur hann.
Páskadag, sum sambært Jónsvein er høgtíðsdagurin yvir allar høgtíðsdagar, fer hann at fáa kirkjufólkið á Tvøroyri at gera tað sama, sum hann plagdi gera, tá hann var prestur á Toftum.
Har gjørdu tey tað soleiðis, at áðrenn prestur las evangeliið fór kirkjufólkið á føtur og sungu, so tað rungaði í, kenda páskasálmin "Heiður tær veri".

Runt sóknina
Hesar fyrstu dagarnar í vikuni hevur Jónsvein fyrireikað seg til tær mongu prædikurnar um høgtíðina.
Mikudagin hevði hann eina jarðarferð í Hovi.
Skírisdag kl. 12 er fyrst gudstænasta í Fámjin og síðani ein gudstænasta á Ellisheiminum á Tvøroyri kl. 16. Og kl. 18 er so gudstænasta við altargongd fyri konfirmantum og teirra avvarðandi á Tvøroyri.
Langafríggjadag kl. 12 hevur hann gudstænastu við altargongd í Øravík.
Páskadag kl. 12 hevur hann gudstænastu á Tvøroyri.
2. páskadag kl. 11 er gudstænasta í Øravík og kl. 12 í Fámjin.