Egga varð raktur av herviligari sjúku fyri gott tveimum árum síðani, tí kom tað ikki púra óvæntað, tá sonurin Jóhan leygardagin 28. apríl, ringdi og fortaldi, at pápin, náttina fyri, var farin í annan heim, men deyðin kemur altíð illa við, og tað var tí ein tungur dagur at koma ígjøgnum.
Egga var sonur Karolinu og Esbern Simonsen. Karolina var ættað úr Mittúni á Selatrað og pápin var av Høgabóli í Saltangará.
Sum vanligt tá, var mamman heimaarbeiðandi og pápin Esbern fekst við reiðaravirki, handil, avgreiðslumaður fyri Skipafelagið og hevði eisini postin um hendur.
Eggasa ungdómsár vóru í fimti og partvís í sekstiárunum. Hetta var eitt tíðarskeið, har tað hendi ómetaliga nógv á Føroyalandi. Vit fóru frá torvtíðini og inn í eina heilt aðra tíð - nevnast kann bara eitt tað størsta tekniska frambrotið í Føroya søgu, tá Sev gjørdist veruleiki í byrjanini av fimti talinum .
Torv- og kol komfýrurin varð útskiftur til ravmagn: oljufýrdir hitaketlar í kjallaranum, køli- og frysitskáp kom í hvørt hús, el-motorar at dríva maskinur innan ídnaðin v.m, og seinrapartin av tíggjáraskeiðinum byrjaði endurnýggjanin av fiskiskipaflotanum, og tær gomlu dangurnar vóru útskiftar við framkomin skip.
Hendan nýggja tíðin var nakað sum passaði sum fótur í hosu hjá Egga, hann hevði jú fingið góðar hendur í vøggugávu, og alt sum hevði við teknikk at gera, fekk hann upp í hægsta gear .
Eftir at Egga var fermdur, var hann eitt sindur til skips, til hann sum 15 ára gamal fór á Rønde Efterskole í Jútlandi.
Heimafturkomin, fór hann í smiðjulæru hjá navnframa meistaranum Oliver Rasmussen. Egga umtalaði altíð hesa tíðina hjá Olivari, sum sera góða og lærandi.
Eftir at Egga varð útlærdur, fann hann sær konu úr Fuglafirði – Fía Midjord -, og flutti hann tá til heimbygdina hjá Fíu, har tey bygdu sær hús í bønum hjá hennara foreldrum.
Hjá Egga var nú at fara í gongd sum vinnulívsmaður, og eitt tað fyrsta hann fór í holt við, var, sum ein av teim fyrstu í Føroyum, at stovna eina oljufýrtænastu og hetta lukkaðist væl, men Egga líkt, so seldi hann hesa forrætning eftir nøkrun árum.
Um somu tíð, sum oljufýristænastuna, stovnaði Egga eina skipaavgreiðslu í Fuglafirði, har hann átók sær at servisera ídnaðarskip, ið komu at landa hjá Havsbrún, serliga var tað at vaska lastir, og annars gera skipini klár til næsta túr.
Eisini stovnaði hann eina sandblásingar- og málingafyritøku, sum m.a. tók sær av at sandblása tangar, skipslastir v.m.
Alt hetta virksemi kundi givið nokk til “seg og síni”, menn nei, íverksetarin vildi víðari, nú var tað flúgving.
Egga hevði sæð, at danska marinan hevði ikki so lítið at gera við helikoptaranum – navnið tyrla var ikki uppfunnið tá- fyri bøndur, SEV, Føroya Tele v.m.
Hann stovnaði tí, saman við øðrum, eina flog fyritøku, sum leigaði eina tyrlu til farma flúgving, og hetta eydnaðist væl, men hetta bleiv bert tað eina árið, tí longu árið eftir átók Strandfaraskip Landsins sær hesa uppgávu. Nú var tað eisini við ferðafólki til útoyggjarnar.
Egga bleiv settur sum leiðari av hesi tænastu, men ikki vardi leingi til Egga vildi víðari, og nú var tað millumlanda flúgving á føroyskar hendur.
Hetta hevði verið tosað um í áratíggjur, men einki var komið burturúr. Egga fekk tá loyvi frá stjóranum á SL og landsstýrismanninum á hesum øki at fara og kanna møguleikan fyri føroyska millumlanda flúgving.
Egga royndi fyrst hjá Maersk Air um at koma sum partnari hjá teimum, men tað gekk ikki, síðani royndi hann í Noreg og í Grønlandi, men fekk krakk allastaðni.
Til seinast kom hann í tankar um lítla felagið Cimber Air í Sønderborg. Nú lukkaðist, hann ringdi beinleiðis til sjálvan stjóran Ingolf Nielsen, sum var jaligur beinanvegin og bjóðaði Egga til Sønderborg, har teir løgdu lunnar undir Atlantic Airways.
Tá landsstýrismaðurin hin 17.des.1986 í Løgtinginum svarar ávísum løgtingslimi uppá flogspurningin, er svarið fyrst og fremst grundað á fundin millum Egga og Ingolf Nielsen.
Sjálvandi komu juristar og roknskaparfólk eisini við, men fyrsti fundurin millum Egga og Ingolf var grundarsteinurin undir stovnaðina av Atlandsflog.
Hetta er ikki komið nógv fram, tá søguligir dagar hava verið hjá Atlantic Airways, men nú eru báðir stovnaranir (Egga og Ingolf) farnir, og tí er rímiligt at gera vart við hetta.
Egga bleiv heldur ikki drúgvur hjá SL, og aftaná tíðina hjá SL flutti tey til Hirtshals, har hann arbeiddi hjá Faroe Seafood í nøkur ár.
Eftir uml. 8 árum í DK flutti tey til Umanak, har Egga leiddi deildina hjá Awi Boats í eitt ár.
Aftaná árini í DK og Grønlandi, flutti tey heim og seldu heimið Fuglafirði og fluttu út í Heiðarnar, har tey yvirtóku barnaheimið hjá Egga.
Egga hevði framhaldandi sama hugin til at seta í gongd, og hann hevði nógvar planir, men so kom sjúkan og setti ein stoppara fyri hesum.
Sjávandi eydnast ikki alt, sum tú fert í holt við, tá tú hevur so nógv jørn í eldinum ísenn, og okkurt miseydnaðist eisini. Egga keypti skip, sum ikki gekk, sum ætlað, men Egganum líkt, so misti hann ongantíð mótið og helt áfram við at finna uppá nýggjar avbjóðingar.
Vit 4 brøður vóru fleiri túrar við stuttleikabáti í Bretlandi, tann seinasti - eftir at sjúkan merkti hann- var tvørtur um Skotland eftir Kalidonisku veitini, og so seint sum í mars vóru vit 4 ein sera góðan túr í Dk við Norrønu.
Nú ert tú farin góði Egga. Vit, tínir nærmastu vinir, savna teg ómetaliga nógv. “Undirhús fundirnir” á Høgabóli eru nú uttan teg, vit mugu nú sjálvir loysa verðsins trupulleikar, og harvið eru tínar beinraktu og skjótu viðmerkingar eisini burtur.
Eitt er savnið hjá okkum, men størst er savnið hjá tær góða Fía, børnum og abbabørnum.
Hann sum ræður fyri borgum styrkir tykkum í sorg tykkara.
Hvíl í friði góði vinur og frændi.
-----
ÓS og SM