Ikki tí, um John William sigur tað sum formaður í Norðoya Sambandsfelag, sum stríðst við at vinna sær størri politiska undirtøku í býráðnum, enn bara at hava eitt umboð, ella hann tosar sum blaðstjóri á Norðlýsinum, so broytir tað ikki støðuna.
Tí tað er avgjørt ein møguleiki, at Gunvá við Keldu fær knívin í ryggin valkvøldið, og at andstøðan bjóðar Jógvani Skorheim borgarstjórasessin. Gunvá letur honum neyvan sessin.
At Fólkaflokkurin vinnur í Klaksvík, er eingin ivi. Gunvá við Keldu hevur tægað lendið væl, og tað er tí rættiliga sannlíkt, at Fólkaflokkurin fær oman fyri 40 prosent av atkvøðunum – og varðveitir sínar fimm sessir í býráðnum.
Men skal Jógvan Skorheim verða borgarstjóri, so skal hann sjálvandi veljast í býráðið. Á seinasti vali fekk Sjálvstýrisflokkuin í Klaksvík 10,2 prosent. Hetta er ikki so langt frá sperrumarkinum, sum er 1/11 partur ella 9,1 prosent.
Men skal Gunvá við Keldu fellast, so skulu allir hinir býráðslimirnir í Klaksvík venda henni baki. Men tað er sjálvsagt møguligt, at samgongan millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin heldur fram, ella at ein annar flokkur fer saman við Fólkaflokkinum.
Hóast klaksvíkingar velja Fólkaflokkin og Gunvá við Keldu sum borgarstjóra, so er ikki víst, at býráðslimirnir í Klaksvíkar býráð vilja tað sama, tí soleiðis er kommunupolitikkur nú einaferð háttaður...