Jógvan slapp á ting - men skal í farloyvi sum borgarstjóri

Klaksvíkar býráð samtykti í kvøld við seks samgonguatkvøðum fyri og fimm fólkafloksatkvøðum ímóti, at Jógvan Skorheim sleppur at taka sæti á tingi frá 1. juli til 31. desember í ár.

Men treytin er, at hann fer í farloyvi sum borgarstjóri ta tíðina, hann er í tinginum. Í staðin skal Steinbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri, taka við sum borgarstjóri, meðan Jógvan Skorheim er á tingi.

Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, mælti staðiliga frá at geva borgarstjóranum loyvi at røkja bæði størvini. Hon segði frá sínum royndum sum borgarstjóri, at tað ber als ikki til at røkja annað starv umframt borgarstjórastarvið.

Og hon staðfestir, at ein býur sum klaksvík má og skal hava eina veruliga leiðslu. Fyri hana er hetta ikki ein spurningur um pengar tí hon legði enki í, hvussu nógvar lønir Jógvan Skorheim fær.

Men vit mugu hava eina leiðslu, sum røkir sítt starv og tað ber ikki til við einum borgarstjóra, sum eisini er tingmaður, segði hon.

At Jógvan Skorheim bæði er borgarstjóri og tingmaður er "lívsfarligt fyri Klaksvík", sum hon tók til.

Men tað fer Klaksvík altíð at hava, heldur samgongan, tí borgarstjórastólurin fer aldrin at standa tómur við tað, at tá ið Jógvan Skorheim er á tingi, er Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri.

Jógvan Skorheim segði, at tað vóru mál á tingi, sum hava serligan áhugað, bæði fyri økið og fyri hann sjálvan. Hann vildi tó ikki útgreina, hvørji tey vóru. Men tá Portalurin spurdi hann, um hann fór at atkvøða fyri ella ímóti at geva samkyndum loyvi at gifta seg, segði hann, at um eitt slíkt mál kemur tingbor𠖠ella eitt mál um fría fosturtøku, so fer hann at atkvøða ímóti.

Hann vísir á, at veljarin hevur valt hann í býráðið og á Løgting og at tað er at gera seg inn á fólkaræðið at nokta honum at røkja bæði størvini.

Og tá ið val verður aftur, fær veljarin einaferð enn høvið til at meta um hansara avrik.