- Um vit skuldu havt eitt tveyflokka minniluta landsstýri, so meti eg, at eitt slíkt við luttøku frá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum hevði havt bestu møguleikar at staðið fyri skilagóðum loysnum skrivar fyrrv. løgmaður Jógvan Sundstein. Hann heldur ikki, at smærri flokkarnir hava nakað at gera í eini minnilutasamgongu. Hann mælir frá at skriva út nýval. ?Minnilutastjórn, parlamentarisma, demokrati? nevnir Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður íkast sítt til aktuella politiska kjakið.
-Síðani vit fingu heimastýrisskipanina í 1948 hava vit havt meirilutalandsstýri í Føroyum. Hesi eru sprottin úr eini samgongu, sum vanliga varð skipað av einum meiriluta á tingi aftaná eitt løgtingsval. Hendingaferðir hava samgongur verið umskipaðar og onkra ferð hevur løgtingsval verið útskrivað uttanfyri vanliga 4 ára skeiði.
Høvuðsorsøkin til, at vit øll hesi mongu ár hava havt slíkar fastlæstar meirilutaskipanir, er, at upprunaliga stýrisskipanarlógin frá 1948 ásetti nakrar knortlutar reglur fyri vali av løgmanni, og samstundis ásetti, at tingið við avgjørdum meiriluta valdi landstýrismenninar eftir uppskoti frá løgmanni. Samstundis kundu løgmaður og landsstýrismenn ikki koyrast frá í valskeiðinum, og bert Løgtingið sjálvt, eisini við avgjørdum meiriluta, kundi útskriva nýval. Tað vil siga, at vanliga parlamentarisman, sum vit kenna hana frá til dømis hinum Norðurlondum, var ikki galdandi her. Hinvegin skuldu løgmaður og landsstýri fara frá aftaná eitt løgtingsval, og nýtt landsstýri skipast..
Rættiliga skjótt gjørdist eisini vanligt hjá eini nýskipaðari samgongu at skriva eitt samgonguskjal, sum luttakandi flokkarnir bundu seg til. Hesi skjøl ella avtalur fingu mangan næstan ?heilagan? týdning fyri teir, sum høvdu orðað avtaluna. Hjá einstøku flokkunum og tingmonnunum hevði, sum vera man, tað størsta týdningin , sum teir høvdu fingið inn í orðingarnar. Í mongum orðaskiftum vórðu hesar orðingarnar brúktar og misbrúktar, ikki minst millum samgongufelagar, tá ósemjur kundu taka seg upp. Samgonguavtalurnar vórðu ? og verða framvegis ? brúktar bæði til at noyða tiløk í gjøgnum, tí tey eru nevnd har, ella mótsatt steðga øðrum tiltøkum, tí tey ikki eru nevnd.
Undir gomlu stýrisskipanarlógini var torført at arbeiða við ella skipa minnilutalandsstýri, men um viljin hevði verið til tess, hevði tað ikki verið heilt ómøguligt.Persónliga bar eg fleiri ferðir uppá mál at royna hesa loysn. Serliga í 1990, tá mítt egna landsstýri misti meirilutan, royndi eg at fáa møguleikan fyri einum slíkum landsstýri heldur enn at útskriva nýval. Men alt til fánýtis, eg fekk bert skomm og spott fyri slíkar tankar.
Í 1995 fingu vit nýggja stýrisskipanarlóg, sum grundaði eina parlamentariska skipan, har løgtingsformaðurin gjørdist útnevnari av løgmanni og samstundis kanningarleiðari fyri eini skipan av landsstýri. Samstundis vórðu ávísar tíðarfreistir ásettar. Eisini fall burtur ásetanin um, at løgmaður skuldi frá aftaná nýval, tað vil siga hann kundi halda fram, um hann ikki meiriluta ímóti sær. Harafturat varð skipanin um, at einhvør løgtingssamtykt skuldi hava avgjørdan meiriluta avtikin. Í staðin varð innførd reglan um, at samtyktir vórðu gjørdar við fleiri atkvøðum fyri enn ímóti. Tað vil siga, at ein blonk atkvøða eisini fekk sín týdning, og ikki sum áður altíð varð roknað sum nei-atkvøða. Umframt, at nýggjur løgmaður varð útnevndur av tingformanninum skal løgmaður nú útnevna landsstýrismenn, og skal hendan útnevning kunngerðast tinginum. Tingið kann framvegis ? men nú við vanligum meiriluta ? útskriva nýval. Men løgmaður kann eisini av sínum eintingum útskriva nýval.
Hóast lógin frá 1995 gevur møguleikar fyri minnilutastjórnum, so hevur gamli vanin við meirilutasamgongum og samgonguskjølum hildið fram. Á tann hátt er ein minniluti í tinginum í stóran mun settur uttanfyri politiska ávirkan, meðan meirilutin hevur virkað sum ein serligur A-bólkur av tingmanningini. Hetta hevur verið lagið líka frá 1948 og er tað farmvegis. Antin ert tú samgongumaður ella ert tú andstøðumaður. Samstundis hevur einstaki samgongumaðurin eitt serligt vald, alt eftir, hvussu stór samgongan er. Hevur hon bert ein lim í meiriluta, so er valdið (og við hvørt ávirkanin) størri enn, um talið av samgongulimum er størri.
Samgonga uttan avgjørdan meiriluta.
Í løtuni (til 31.juli 2008) er ein samgonga við 17 av 33 tingmonnum.Men nú hevur ein tingmaður boðað frá, at hann ikki stuðlar samgonguni longur. Og so stingur spurningurin seg um minnilutalandsstýri seg upp. Verandi støðan (í skrivandi stund) er, at landsstýrið byggir á eina samgongu við 16 tingmonnum. Vandin hjá landsstýrinum er tí, at tað ikki hevur trygd fyri at fáa síni uppskot samtykt, um øll andstøðan atkvøður ímóti. Og um øll andstøðan er samd- hvat hon tó sjáldan vil vera ? so kann hon samtykkja uppskot uttanum landsstýrið. So leingi løgmaður ikki hevur fingið meiriluta beinleiðis ímóti sær við serligari atkvøðugreiðslu, kann hann og landsstýri halda fram. Men greitt er, at hetta krevur nakað av landsstýrismanningini og tingmanningini aftanfyri landsstýrið. Tí nú fær í øllum førum ein partur av andstøðuni størri ávirkan.
Spurningurin um minnilutastjórn er tí vorðin aktuellur. Men kortini er hann eitt sindur teoretiskur enn, so leingi sum landsstýrið hevur 16 mandatir aftanfyri seg. Men hetta kann broytast, nú fyribils ein er lopin frá. Núverandi landsstýri er tí ikki ein nátúrlig mynd av eini minnilutastjórn. Tað er serliga frá hinum norðurlondum vit kenna minnilutastjórnir, bæði Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi, men serliga úr Noregi og Danmark. Noreg hevur tað serstøðu, at har kann nýval ikki útskrivast í fýra ára skeiðinum hjá Stórtinginum. Tí hava norðmenn fleiri ferðir havt stjórnarskifti í sama valskeiði. Í Danmark er tað næstan vanligt at hava minnilutastjórnir, tað er beinleiðis sjáldsamt við meiriluta stjórnum. Í báðum hesum londum er vanligt við sokallaðum stuðulsflokkum. Men stuðulsflokkar kunnu virka og arbeiða á ymiskan hátt. Við hvørt virka teir beinleiðis sum tættur samarbeiðspartnari og luttaka næstan á líkan fót við stjórnarflokkin ella ?flokkarnar. Til aðrar tíðir geva teir bara til kennar, at teir ikki uttan víðari vilja fella eina stjórn, tí teir meta, at hon er frægari enn okkurt annað alternativ.
Ein meiri nátúrlig føroysk minniluta stjórn hevði tí verið eitt landsstýri við einum ella tveimum av teim størru flokkunum. Teir smærru flokkarnir eru sjáldan partur av sjálvari stjórnini, men fáa ofta ávirkan í politiskum samráðingum um týðandi mál.
Einflokka ella tveyflokka minnilutastjórn
Soleiðis sum eg síggi politiska landslagið í Føroyum í løtuni er tað bert tveir flokkar, sum teoretiskt kunnu skipa eitt landsstýri einsamallur. Og tað er Javnaðarflokkuri ella Fólkaflokkurin. Javnaðarflokkurin hevur tann (lítla) fyrimun, at hann hevur løgmann í løtuni, og tí nýtist einki ?formannsumfar? at vera, men samstundis hevur hann møguleikar fyri at samráðast við allar hinar flokkarnar um týðandi mál, uttan at ov nógv fer av hansara egnu meginsjónarmiðum. Tað sama er fyri so vítt galdandi fyri Fólkaflokkin. Hann hevur góðar møguleikar at samráða seg til loysnir, bæði á búskaparliga, vinnuliga og útbyggingarliga økinum eins og á sjálvstýrisleið. Fyri Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin er galdandi, at teir hava ov nógvar serstøður, sum hvørva, um teir einsamallir skulu sita í einum landsstýri og samráða seg til ymiskar neyðsemjuloysnir.
Um vit skuldu havt eitt tveyflokka minniluta landsstýri, so meti eg, at eitt slíkt við luttøku frá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum hevði havt bestu møguleikar at staðið fyri skilagóðum loysnum. Hesir flokkar eru hóast alt miðleingjan í føroyskum politikki, og teir kundu fingið góðar semjur við bæði Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, tó ofta hvør sær. Í ávísan mun eisini við smærru flokkarnar.
Ein minnilutastjórn skal ikki hava nakað samgonguskjal, men sjálvandi nakrar høvuðsætlanir. Síðani fer politiska arbeiði í gongd. Tað kundi verið spennandi og demokratiska skipanin fær betri umstøður.
Loysnin við, at løgmaður (ella tingið) útskrivar nýval hjálpir einki uppá støðuna skrivar Jógvan Sundstein.