Jógvan Telling 60 ár

Leygardagin 7. juli fyllir havnarmaðurin og tónlistamaðurin Jógvan Joensen, Jógvan Telling, seksti ár.

Jógvan trein inn á føroyska tónleikapallin við bólkinum Cream Crackers í 1966, og nøkur ár seinni var hann ein av teimum, sum spældu og sungu á fyrstu plátuni við kabaretsangarum. Summir gjørdust landaplágur – eitt nú Sektus og Sekterius.


Jógvan vaks upp í tí tá nýggja býlinginum á Bókbindaratrøðni í eysturbýnum, har fólk settu seg niður síðst í 40- og 50-árunum, tá eitt nú Lonirnar vórðu bygdar. Dreingirnir har um leiðir fingu heitið »lonadreingir« og tiltiknir vóru teir í bardøgunum við dreingir í øðrum býlingum.


Ein tann fremsti í hesum »heri« var Birgar Johannessen. Jógvan var neyvan í fremstu røð, men nøkur ár seinni stóðu teir báðir á palli saman við Torkili Thomsen og Sigurdi Bech í bólkinum við sjáldsama navninum Cream Crackers. Henda karrieran vardi ikki so leingi, tí Jógvan fór til Danmarkar at fáa sær útbúgving.


Men tíðin í Danmark var gróðrarrík fyri tónlistarligu leiðina hjá Jógvani. Umframt ep-pláturnar við sangum frá studentakabarettum, kom kenda og nýskapandi lp-plátan hjá Harkaliðnum, plátan hjá Jógvani og vinmonnum við eitt nú kenda sanginum, Skiparin lítli, sum var í hvørjum kvøðuljómum í fleiri ár. Hetta lagið – eins og lagið til yrkingina, Meg minnist eina mynd, man vera eitt ta besta lagið hjá Jógvani Telling, sum hann fekk sær sum »kunstnara-navn« – eftirnavn hjá abbanum í móðurætt.


Aðrar plátur frá hesum árum er t.d. plátan hjá Manningini, Jógvan í Kátuvík og Jógvan og Annika, sum hann sang og spældi nógv saman við í langt áramál.


Heimkomin til Føroya við tónleikaútbúgving frá konservatoriinum virkaði Jógvan ikki bara sum lærari í tónleiki, men fekk eisini kórið Glymur upp á beinini. Eisini tað kórið kom út við bandi. Ljóðførið hjá Jógvani var guitarin, men hann spældi fleiri onnur streingjaljóðføri og klaver.


Tað, Jógvan hevur gingið upp í, hevur hann gjørt av fullum huga. Hann er nærlagdurog áhaldandi.


Tíverri endaði virkna tónleikalívið hjá Jógvani brádliga, tá hann gjørdist sjúkur og førleikaskerdur. Eftir at hann kom fyri seg, hevur hann íðkað ítróttargreinina bocchia. Hann hevur verið við í kappingum bæði í Føroyum og uttanlands og hevur vunnið fleiri ferðir.


Jógvan er sonur Maju og Eigil. Hon er úr Havn og hann úr Vági. Eigil, sum var bakari hjá Frants í meira enn 50 ár, doyði fyri nøkrum árum síðani.


Føðingardagin heldur Jógvan í summarhúsi í Danmark.


Hjartaliga tillukku við teim seksti og alt tað besta frameftir.



jóhan