Jógvan er best kendur sum handilsmaður, kórleiðari, og politikari. Hann er klaksvíkingur, sonur Giggu, ættað av Kirkju, og Theodor við Keldu, ættaður úr Leirvík. Gigga og Theodor fingu trý børn: Regin, Jógvan og Ásla.
Jógvan rak í mong ár heilsøluna Theodor við Keldu í Klaksvík, sum m.a. seldi kolonialvørur, skrivimaskinur, frystidiskar, kassaapparat og vektir. Fyritøkan seldi eisini maskinur og bilar undir navninum Faroediesel, ið vóru teir fyrstu sum seldu Mitsubishi bilar í Føroyum. Jógvan var eisini við til at skipa fyri fyrstu vørumessunum í Føroyum.
Í 1970 varð Jógvan fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð. Hann var býráðsformaður í Klaksvík frá 1981 til 1998 og frá 1993 til 2002. Jógvan var fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 1988, tá hann sat í tvey ár. Tíggju ár seinni, í 1998, varð hann aftur valdur á ting. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður í m.a. innlendismálum fyri flokkin.
Jógvan hevur eisini havt nógvar nevndarsessir sum t.d. í Norðurlandaráðnum og í Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hann eisini hevur formaður í stýrinum. Í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum hevur umboða Føroyar á ST aðalfundi.
Jógvan hevur verið kórleiðari hjá sangkórinum í Betesda í Klaksvík í meira enn 40 ár, umframt at hann hevur skipað fyri øðrum tónleikaligum tiltøkum sum t.d. Seytjan sangarar. Jógvan hevur eisini komponerað tónleik, sett út og yrkt sangir.
Í 1965 giftist Jógvan við Betty Skaale av Toftum, tey eiga trý børn: Gunvá, Pætur og Tóra.
-red