Jógvan við Keldu krevur avsannan

Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu kennir seg ærumeiddan av grein í Oyggjatíðindum, og krevur eina avsanna frá blaðstjóranum. Dan Klein vil lítið siga um kravið frá landsstýrismanninum

Ein sjónlig avsannan á prenti og 10.000 krónur til Reyða Kross.
Hetta eru greiðu boðini frá advokatinum hjá landsstýrismanninum í Innlendismálum, Jógvan við Keldu, til blaðstjóran á Oyggjatíðindum, Dan Klein.
Á forsíðuni á Oyggjatíðindum mikudagin er ein grein, sum viðgerð persónin Jógvan við Keldu. Landsstýrismaðurin í innlendismálum heldur viðgerðina í Oyggjatíðindum verða so niðursetandi og ærumeiðandi, at hann hevur vent sær til ein sakførara.
Advokaturin hjá landsstýrismanninum, Jógvan Páll Lassen, hevur sent Dan Klein eitt bræv, har hann krevur av blaðstjóranum at avsanna tíðindaflutningin og rinda 10.000 krónur til Reyða Kross í samband við innsavningina fyri flóðalduvanlukkuna í Asia.
Ger Dan Klein ikki tað, verður málið lagt fyri rættin, har kravt verður endurgjald og harðasta revsing sambært lógini.

Lesið Oyggjatíðindi
Blaðstjórin á Oyggjatíðindum, Dan Klein, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til kravi og hóttanina um stevning frá advokatinum hjá Jógvani við Keldu.
- Tit fáa at vita í komandi blað, hvørja støðu eg havi í málinum. Eg havi onga aðra viðmerking til málið í løtuni, sigur blaðstjórin á Oyggjatíðindum.
Vit royndu at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í innlendismálum, men tað eydnaðist tíverri ikki. Við Norðlýsið mikudagin segði Jógvan við Keldu seg ikki hava nakra viðmerking til málið, og vísti til skrivið frá advokatinum.

Citat:

Revsilógin í samband við ærumeiðing

§ 267. Den, som krænker en andens ære ved fornærmelige ord eller handlinger eller ved at fremsætte eller udbrede sigtelser for et forhold, der er egnet til at nedsætte den fornærmede i medborgeres agtelse, straffes med bøde eller hæfte.
Stk. 2. Er fornærmelsen fremsat mod nogen af de i § 119, stk. 2, nævnte personer i anledning af udførelsen af deres tjeneste eller hverv, uden at bestemmelserne i straffelovens § 121 kommer til anvendelse, bliver dette ved straffens udmåling at betragte som en skærpende omstændighed, og straffen kan da stige til fængsel indtil 6 måneder.
Stk. 3. Ved straffens udmåling bliver det at betragte som en skærpende omstændighed, at fornærmelsen er fremsat i trykt skrift eller på anden måde, hvorved den får en større udbredelse, eller på sådanne steder eller til sådanne tider, at det i høj grad forøger det krænkende i ytringen.

Gráður kassið

Brævið frá Advokatskrivstovuni til Oyggjatíðindi

Oyggjatíðindi ? Att: Dan Klein, ábyrgdarstjóri:
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður hevur vent sær til undirritaða í sambandi við grein í Oyggjatíðindum 5. januar 2005 undir yvirskriftini "Lover Boy".
Blaðið brúkar meginpartin av forsíðuni til at umtala klient mín sum "Lover Boy" og hevur á síðu 3 eina grein um eina kontaktlýsing.
Alt innihaldið tí viðvíkjandi er tikið úr leysari luft, og hevur einki við veruleikan at gera og tað er so hvat tað er, men bæði uppseting, innihald v.m. av greinini er grovt ærumeiðandi og niðursetandi fyri mín klient, bæði tá hugsað verður um hansara starv sum landsstýrismaður og ikki minst hansara virksemi í frítíðini, sum tú sjálvandi ert kunnugur um, bæði hansara arbeiði innanfyri tónleik og innan ávísa kristiliga samkomu.
Greinin hevur eittans endamál, ið er at niðurseta virðið millum manna av klienti mínum.
Hetta verður ikki latið óátalað aftur við borðinum, og skal eg tí siga frá, at um so er, at viðlagda avsannan ikki verður prentað í fyrst komandi blað tykkara á sjónligum stað og at kr. 10.000,- verða goldnar til Reyða Kross í sambandi við innsavningina fyri Tsunami-vannlukkuna í Asien innan fríggjadagin 7. januar 2005, verður málið uttan aðra ávaring lagt fyri rættin fyri brot á revsilógina § 267 og verður bæði kravt endurgjad og harðasta revsing, sambært lógina.
Virðingarmest, Jógvan P. Lassen, adv

Mynd: Oyggjatíðindi
Advokaturin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, Jógvan Páll Lassen, hevur sent Dan Klein eitt bræv, har hann krevur av blaðstjóranum at avsanna tíðindaflutningin og rinda 10.000 krónur til Reyða Kross í samband við innsavningina fyri flóðalduvanlukkuna í Asia.