Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen doktararitgerð sína við Dallas Theological Seminary í Texas í USA.
Ritgerðin ber heitið: ?The Theology of Music?. Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði, og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og
trúarlív í síni egnu mentan.
Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.
Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum. Verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum. Jógvan er samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík.