Hálv øld er liðin, síðan vit sjey føroyingar í 1949 fóru ferð til Kongsberg, har tann í Noregi landskendi vestmenningurin, Harry Fonsdal, sáli, royndi at fáa okkum til manns.
Fyrstir fóru vit, systkinabørnini báðir, Einar og Tórálvur í skálum og eg úr Fjarðatúni. Næstir vóru Jógvan í Skálum og Sjúrður í Gørðum. Stutt eftir kom tíbetur Tormóður Dahl yvir. Hann hevði tá verið í sigling heilt suður í Miðjarðarhavið og dugdi munin betur at snúgva sær burturi í londum enn vit heimføddu vestmenningarnir og bjargaði okkum úr mangari fløkjuni. Tað skerst tó ikki burtur, at teir tríggir skáladreingirnir eina frægast dugdu halda seg til gamla føroyska siðvenju og kom hetta okkum meira gáloysnu javnan til góðar.
Seinni leitaði eisini Per av Glyvrum sær upp í bólkin.
Hóast høvið til hesar reglur manar til umhugsunar í stillføri, rennir við sorgblídni fram fyri meg mong skemtilig løtan hetta eitt hitt hendingarríkasta árið á ævini, har vit allir vóru ungir og viðkvæmir, hvør við sínum dreymum og við langa, játtandi, men óskrivaða lívsblaðnum fyri framman.
Einar og Tórálvur fingu arbeiði á el-verkinum, har Tórálvur m.a. bjargaði lívinum á manni, sum var komin fastur í háspenningsleiðing. Per og Tormóður gingu á studentaskúla, meðan Sjúrður, Jógvan og eg fóru undir jørð niður í námini at grava silvur uppá akkord. Okkurt annað smávegis høvdu vit inn ímillum; men allir nomu vit okkum, sum frá leið, víðari útbúgving. Einar, Tórálvur og Tormóður innan el-orku, Per innan skúlaskap, Sjúrður sum maskinmaður og sjógarpur burturav, eg í vegagerð og Jógvan tók í sambandi við námsvinnuna prógv frá tí tá kenda «Stiger-skúlanum» í Kongsberg.
Eg haldi, Jógvan var næstur Sjúrða aftur á klettarnar at royna tað, hann burturi hevði nomið. Hugsi, hann stutta tíð var á Matrikulstovuni, áðrenn hann støðaðist hjá Landsverkfrøðinginum burturav. Jógvan var altíð okkara maður í samstarvinum við Matrikulstovuna, tá farast skuldi hægst á tind í fyrireikingunum til loftmyndatøku við nýggjum kortum av Føroya landi fyri eyga.
Áður varð kortlegging til vegagerðirnar langt upp í sekstiárini gjørd við hond. Hesa hálvu øldina eru vit á so mangan hátt komin úr miðøld at kalla og inn í tað, vit í dag taka sum sjálvfylgju, og Jógvani fall í lut seinastu árini, áðrenn hann fór frá fyri aldur, at telduskráseta føroyska vegakervið.
Nú vit eru farnir at eldast, er dastið av lívsblaðnum skrivað og fyri teir tríggir av okkum sjey er pennurin lagdur; men at Jógvan skuldi vera teirra millum, hevði helst eingin roknað við, so fimur og væl fyri hann var øll síni virkisfúsu arbeiðsár.
Í dýrdarveðrinum henda dagin funnu vit starvsfelagar hansara saman við seinasta hvíldarstaðið og gjørdist hetta í minnunum um Jógvan meira ein hugnaløta enn jarðarferð, sum tikið varð til aftaná - heima í hugnaligu stovu teirra, har flestu okkara eisini áður mangan høvdu sitið væl.
Í samkenslu við tær, Giggu og øllum tykkara fari eg við hesum ískoyti til góðu orðini hjá presti í kirkjuni at lýsa frið yvir minnið um vinin og starvsfelagan Jógvan Isaksen.
Heini Olsen