Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at hann hevur hoyrt sum slatur í eina tíð, at Brandur Jacobsen fór at stilla upp á Fólkaflokslistanum.
Nú er tað so staðfest, at so verður og Brandur Jacobsen verður ikki at finna á tjóðveldislistanum.
Jóhan Christiansen sigur seg harmast um avgerðina, men tað var ikki nakað, sum ger hann bilsnan.
- Longu tá vit skipaðu okkum segði hann, at eg hevði ikki yvirhildið avtalur okkara millum, men tað meti eg ikki verða rætt, men heldur hinvegin. Samstarvið hevur rigga fínt í allarflestu málum hesi fýra árini, sigur Jóhan Christiansen.
Jóhan Christiansen sigur, at Brandur Jacobsen og hann hava verið grundleggjandi ósamdir í ávísum málum, men samstarvið hevur verið á eini leið.
- Brandur hevur verið ógvuliga sinnaður at samstarva meira við Skálafjørðin enn vit ger nú, og vit hava eitt fínt samstarv við Skálafjørðin, men eg havi verið meira sinnaður at útbyggja meira hjá okkum, sigur Jóhan Christiansen.
Seinasta val var Jóhan Christiansen fyrst valdur á tjóðveldislistanum í Eysturkommunu við 133 atkvøðum og Brandur Jacobsen var honum næstur við 93 atkvøðum.
Tjóðveldi er størsti flokkur í Eysturkommunu við trimum býráðslimum.
Les eisini: Brandur Jacobsen stillar upp fyri Fólkaflokkin