Borgarstjórarnir í Sandoy mótmæla, at Sandoyggin sær út til at missa túrar við Teistanum komandi ár. Í dag heita allir borgarstjórarnir í Sandoy á Jóhan Dahl, landsstýrismann við Vinnumálum, at lata vera við at skerja túratalið hjá Teistanum komandi ár.
- Hetta er tað sama sum at grava ein landsveg av, siga borgarstjórarnir í skrivi í dag.
Teir leggja afturat, at Teistin er teirra forlongdi armur til miðstaðarøkið, at umstøðurnar eru ringar sum er og hetta, við at skerja teir síðstu túrarnar og túrar sum heild, kann verða banahøggið til Sandoynna.
Sum ætlanin hjá Strandferðsluni er í dag við túrunum til Sandoynna komandi ár, tí sparingar skulu gerast, verða 14 túrar færri um vikuna.
Tað vil siga, at verður ætlanin veruleiki, so verða 108 túrar heldur enn 122 um Skopunarfjørð um vikuna.