Hann byrjaði at arbeiða fyri Strandferðsluna í 1985, tá hann sigldi, fyrst við Ternuni I um Leirvíksfjørð, og síðani, í eitt stytri tíðarskeið, við Trónda um Skopunarfjørð .
Frá 1989 til 1996 var hann skipari á Rituni um Nólsoyarfjørð.
Jóhan fylti 67 ár 18. juli og fer sostatt frá fyri aldur. Tað verður helst nakað friðarligt umborð á Dúgvuni ta fyrstu tíðina, og saknur fer at verða í hansara skemtiligu og til tíðir stak beinraktu viðmerkingum.
? Ferðafólk, nú eru bert tveir ferðaseðlar eftir, so nú ræður um at skunda sær, er ein viðmerking, , sum Jóhan hevur rópt út um alt skipið, sum nógv hava flent at.
Blíður og altíð í góðum lag man vera sereyðkenni hjá Jóhan á Lava. Óansæð um tað er fyrst á morgni ella seint á kvøldi.
Jóhan er sum sagt stýrimaður umborð á Dúgvuni og av og á loysir hann av sum skipari.
Hann er sonur Elisabeth og Jákup á Lava. Elstur er hann av fimm beiggjum og uppvaksin í Havn.
Tó treivst hann altíð avbera væl hjá Issalinu Linklett á Stongunum í Klaksvík. Seinni giftist hann eisini til Klaksvíkar við Solveig og eiga tey tvær døtur. Abbabørnini eru trý í tali og eitt langabbabarn eigur Jóhan á Lava eisini.