Jóhan hevur eina systir, ið eitur Kristianna. Jóhan giftist við Elinborg úr Norðagøtu, dóttir Sámal Petur í Køkinum og Jóhanna Malenu úr Mortansstovu, tann 30. desembur 1953. Elinborg andaðist 27. desembur í 2002. Børn teirra eru Maritha, Tummas, Sámal Petur og Joan Eilin. Jóhan hevur 15 abbabørn og 8 langabbabørn.
Frá 1948 til 1952 lærdi Jóhan á Skála Skipasmiðju og fór síðani víðari til Havnar á Maskinmeistaraskúla, har hann fekk prógv á várið 1953. Jóhan sigldi síðani nøkur ár við Dragaberg, Sæborg, Atlantsfarinum, Útegg og øðrum. Summarið 1964 og 1965 var Jóhan smiðjuformaður í Føroyingahavnini. 15. mars 1966 varð hann settur sum smiðjumeistari á Skála skipasmiðju og røkti hann hetta starv til lítar í 25 ár. Eftir tað helt hann áfram á Skipasmiðjuni, til hann fór frá fyri aldur.
Í 1964 bygdu Jóhan og Elinborg hús á Skála. Her hevur hann havt ein stóran lut í nógvum verkum, ið eru framd í bygdini. Eitt nú var hann við at gera byggi høllina og fyrstu stálbátarnar á Skála skipasmiðju. Hann var stórur talsmaður fyri at gera fótbóltsvøll og byggja ítróttarhøllina á Skála. Jóhan spældi nógv hondbólt sum ungur og hevur annars altíð verið aktivur í ítróttini. Hann hevur sitið sum formaður í Skála Ítróttarfelag og er í dag heiðurslimur har. Eisini sæt Jóhan eitt skifti í Skála kommunu.
Jóhan er rættuliga aktivur í pensionistafeløgum. Hann situr í nevndini í Fjallinum Gøta Leirvík og er limur í Kumlá á Skála. Hvørt ár er Jóhan á eldralegu í Háskúlanum í Havn.
Jóhan heldur føðingardagin í Ítróttarhøllini á Skála, sunnudagin 15. August kl 16.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.