Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú skipað seg, og Jóhan Páll Joensen heldur fram sum formaður Á nevndarfundi í dag skipaði nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag seg við Jóhan Páll Joensen sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni. Hetta er sostatt sami formansskapur sum áðrenn ársaðalfundin 12. juni.
Í nevndini sita annars Bergur Poulsen, Magni Arge, Jón Danielsen, Jóhanna á Bergi og Meinhard Jacobsen.