Nógv bendir á, at Jóhan á Plógv Hansen tíðliga í morgin fær at vita, at hann ikki verður partur av danska landsliðnum, sum skal spæla HM-finalu í manshondbólti móti Noreg.
Les eisini: Spælir Jóhan finaluna?
Havnarmaðurin kom við, tí Hans Lindberg bleiv skaddur í fyrsta dystinum. Danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, kann gera tríggjar útskiftingar í leypi av kappingini. Nú er líkt til, at Hans Lindberg er klárur til dystin í morgin og um ikki onkur verður sjúkur í nátt, so verður hann skiftur inn fyri Jóhan á Plógv Hansen.
- Eg havi allatíð roknað við, at um Hans Lindberg bleiv klárur aftur, so fór hann koma aftur í hópin. At tað so hendir undan HM-finaluni, tað er so tað, sigur Jóhan á Plógv Hansen við TV2 og leggur afturat:
- Tað hevði eg eisini gjørt, um eg var Nikolaj Jacobsen. “That's the name of the game” og soleiðis er tað. Tað eru teir bestu spælararnir, ið skulu spæla. Hans Lindberg er sera dugnaligur og tað kanst tú ikki taka frá honum, sigur havnarmaðurin á danska landsliðnum.
Notið hvørt sekund
TV2.dk skrivar víðari, at Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt samanlagt í ein tíma og 52 minuttir í átta av dystunum til HM-endaspælið.
- Eg havi notið hvørt sekund eg havi verið á vøllinum og í hópinum. Tað hevur verið avbera stuttligt at vera við. Fái eg møguleikan at spæla, so eru eg 100 prosent til reiðar, sigur Jóhan á Plógv Hansen.
Danmark spælir í morgin (sunnudagin) HM-finaluna móti Noreg. Dysturin byrjar klokkan 16.30.