Jóhann Troest Davidsen, sum er sáttmálabundin í Everton, fer næstu tíðina at spæla við NSÍ. Tað veit NSÍ heimasíðan at siga. Jóhann Troest Davidsen fyllir 18 ár týsdagin. Tá verður hann liðugur við lærutíðina í Everton og verður fulltíðar yrkisspælari.
Jóhann hevur havt lærlingasáttmála við Everton í fjúrtan mánaðir, og tá ið hann týsdagin verður átjan, verður hann bundin at Everton við rættiligum sáttmála.
Jóhann hevur, meðan hann hevur verið lærlingur í Everton, roynt seg í Esbjerg og FC Midtjylland, og nú skal hann altso aftur spæla við NSÍ, sum hann er uppvaksin í. NSÍ heimasíðan sigur einki um, hvussu langt tíðarskeið NSÍ hevur leigað Jóhann Troest Davidsen frá Everton.