Tað gerst alsamt betri umtókt millum ung í dag, at tey skulu gera okkurt óvanligt, sum fá hava roynt undan teimum. Fleiri og fleiri ungir føroyingar fara út í heimin at fjakka, og støðini, sum hesi vitja, gerast eisini meiri og meiri fjarskotin.
Hvat viðvíkur útbúgvingum, eru tað eisini fleiri og fleiri føroyingar, sum fara undir heldur sjáldsamar útbúgvingar. Vit hava áður í Yngd hitt ung, sum eru farin undir ljósteknikaraskúla og hotellmóttøkufólk. Hetta hava verið útbúgvingar, har ungdómarnir hava leitað sær av landinum fyri at fáa útbúgvingina. Tað finnast tó her á landi eisini útbúgvingar, sum bert einkultir persónar eru í ferð við at nema sær. Ein av hesum útbúgvingum er ursmiðjur. Bert ein føroyingur er í løtuni í ferð við at nema sær útbúgving sum ursmiðjur, og tað er 21 ára gamli Jóhann Krog úr Havn, sum stendur í læru í 3?arinum í SMS. Yngd hitti Jóhann eitt kaldligt mánakvøld í september.
Útbúgvingin tekur 4 ár
At læra til ursmið er ein drúgv útbúgving. Sum flestu aðrar útbúgvingar innan handverk, so er lærutíðin fýra ár. Ein stórur partur av lærutíðini gongur fyri seg á skúlabonki. Jóhann greiðir frá, at hann árligani er einar 20 vikur í skúla. Øll skúlagongdin er í Danmark, og gongur hon fyri seg á handilsskúlanum í Ringsted.
Í lærutíðini er lønin nakað tað sama, sum hon er hjá einum vanligum handilslærlingi, meðan ein útbúgvin ursmiðjur hevur ein mánaðarløn, sum liggur um tær 20.000 krónurnar.
Útbúgvingin sum ursmiðjur snýr seg ikki bert um at umvæla ur og klokkur. Jóhann sigur, at ein triðingur av læruni er handilslæra, og tískil stendur Jóhann eisini ofta í handlinum, tá ið hann er til arbeiðis. Tað mesta av tíðini arbeiðstíðini nýtir Jóhann tó til umvælingararbeiði á verkstaðnum.
Tveir mánaðar royndartíð
Tá ið Jóhann var liðugur í skúlanum, arbeiddi hann í eitt tíðarskeið hjá einari heilsølu í høvuðsstaðnum. Hetta arbeiði kundi hann tó ikki halda fram við, tí at hann fekk ringan rygg. Av somu orsøk var hann noyddur til at finna sær eitt arbeiði, har hann slapp undan at lyfta tungt. Hetta var so høvuðsorsøkin til, at hann fór undir at læra til ursmið.
Áðrenn Jóhann fór undir læruna, hevði hann tveir mánaðar royndartíð, har hann og komandi arbeiðsgevarin kundu meta um, um hetta var nakað fyri hann, og um hann var egnaður til arbeiði. Eftir royndartíðina vóru báðir partar samdir um, at teir skuldu fara undir læruna, og tann 1. Mai í 1997 byrjaði lærutíðin hjá Jóhann so. Um alt gongur, sum tað skal, so verður Jóhann tann fyrsti føroyingurin, sum verður útlærdur ursmiðjur í 20. Øld, tá ið hann verður útlærdur tann 1. Mai í ár 2001.
Gott tol, góð eygu og fittar hendur
Størri helmingurin av teimum útbúgvingunum, sum finnast á arbeiðsmarknaðinum, krevja, at tann, sum fer undir útbúgvingina, hevur antin students-, HF- ella HH-prógv. Soleiðis er tó ikki við útbúgvingini sum ursmiður. Tað er nóg mikið við einum 10. floks prógvi, men tað er altíð ein fyrimunur, um ein til dømis hevur eitt FHS prógv at stiðja seg til.
Jóhann Krog hevur FHS prógv, sum hann hevur tikið, áðrenn hann fór undir at læra til ursmið. Hann sigur við Yngd, at hetta hevur verið ein hollur stuðul, serliga tá ið hugsað verður um tann handilsliga partin av útbúgvingini.
Tá ið vit spurdu Jóhann, hvørjir førleikar vóru hentir hjá einum ursmiði at hava, var hann skjótur at svara: "Tú skalt hava gott tol, góð eygu, og so skalt tú eisini verða nokk so fittur í hondunum. Ein stórur partur av arbeiðinum er pilliarbeiði, har man skal arbeiða við heilt smáum lutum, sum eru næstan ógjørligir at síggja við berum eyga. Bæði hvat viðvíkur urum og klokkum, er tað ótrúliga nógvar smáar detaljur, sum ein hevur við at gera, og tí krevur tað bæði gott tol og góð eygu", sigur Jóhann Krog.
Ætlar sær til Mið-Europa
Jóhann sigur við Yngd, at tá ið hann einaferð verður útlærdur, hevur hann ætlanir um at fara til Mið-Europa at arbeiða. Sveiss, Suður-Frakland og Suður-Týskland er miðstøð fyri alla ur- og klokkuvinnuna, og Jóhann hevur sera stóran áhuga fyri at sleppa hagar at arbeiða.
Í hesum økinum kann Jóhann eisini fáa møguleikan fyri at verða við til at smíða ur og klokkur. Slíkt verður als ikki gjørt í Føroyum, og tað er eisini júst í Mið-Europa, at tey flestu av teimum kendastu merkjunum innan ur og klokkur hava sín heimstað.
Føroyingar keypa bert bílig ur
Tá ið vit at enda spurdu Jóhann, hvørjar vanar føroyingar hava, tá ið tað kemur til at ogna sær eitt ur, svaraði ungi havnardrongurin beinan vegin, at "føroyingar eru ótrúliga gírigir, tá ið tað kemur til ur." Teir flestu føroyingarnir vilja bert hava eitt ur, sum gongur. Hvussu tað sær út, og ikki minst, hvussu dygdin er, er líkamikið fyri okkum føroyingar, sigur Jóhann.
Hjá einum ursmiði er tað óhugsandi til dømis at hava eitt ur, sum brúkar battaríir. Tað skal verða eitt ur við einum ordiligum klokkuverki, alt annað verður mett sum "blasfemi".
Sjálvur hevur Jóhann eitt Seiko Kinetic, ið, sum Jóhann greiðir frá, gongur upp á rørslur í staðin fyri eitt nú battaríir. Hvussu hetta hongur saman, er ilt at skilja, men best man verða at steðga, áðrenn Jóhann Krog fer út í eina nágreiniliga frágreiðing um hetta mál.
Yngd ynskir Jóhann Krog alt tað besta við útbúgvingini