Stutt fyri jól spurdust syrgiligu tíðindini, at kæri starvsfelagi okkara, Jóhannes Eli Iversen, andaðist eftir stutta sjúkralegu.
Jóhs. Eli Iversen varð føddur 2. jan. 1948, sonur Elsebeth Christinu, vanliga nevnd Ebba, úr Skúvoy og Jóhannes Iversen úr Kvívík. Jóhs. Eli var giftur Astu Juul, fødd Rasmussen, av Strondum. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1972 og frá sama ári hevur hann verið í føstum starvi í Kommunuskúlanum, til hann andaðist.
Fyri lítlum ári síðani gjørdist hann álvarsliga sjúkur á summarferiutúri í Noregi saman við Astu, konuni. Hendan túrin hevði hann glett seg til í fleiri ár, nú hann og Asta saman við vinum og kenningum í egnum fari skuldu sigla innanskers fram við norsku strondini. Hann hevði keypt sær bát, sum hann í fríløtum putlaðist við at innrætta til endamálið. Ferðin var ikki meir enn byrjað, tá hann knappliga gjørdist álvarsliga sjúkur, varð innlagdur á sjúkrahús í Noregi og haðani fluttur á danska Ríkissjúkrahúsið. Hóast alt varð gjørt, sum gerast kundi fyri at lekja hann, so kom hann seg ongantíð aftur og andaðist stutt fyri jól, 58 ára gamal.
Jóhs. Eli arbeiddi sum lærari her í skúlanum í samfull tríati ár, til hann gjørdist varaskúlastjóri í 2002. Í árunum 1989-96 var hann lærugreinaráðgevi í alis-/evnafrøði og støddfrøði á Landsmiðstøðini. Í 1996/97 var Jóhs. Eli á ársskeiði DLH í Danmark. Jóhs. Eli fírdi ikki fyri nøkrum, tá tað galt at vera øðrum til hjálpar, hann var trúgvur sum trøllið í øllum viðurskiftum. Frá náttúrunnar hond var hann væl útborin, bæði til anda og handa. Uppvaksin norðuri í Kvívík og fekk í allar mátar við móðurmjólkini gott í beinið. Hetta sermerkti hann í øllum lutum, góðu gomlu virðini vóru saman við tíðarførda rákinum grundarlagið undir hugburði og gerandisdegi hansara.
Jóhs. Eli var samvitskufullur, trúfastur, íðin og nærlagdur í øllum lutum. Ein starvsfelagi, tú altíð kundi líta á, hevði sínar greiðu meiningar, ið bygdu á veruleikar, støðufesti, royndir, dygd og menning í skúlans arbeiði.
Jóhs. Eli var sera nærlagdur í arbeiði sínum, nógv avhildin av næmingum og starvsfeløgum, altíð góður í ráðum, hevði stóra virðing manna millum og hevði altíð eitt gott íkast til tey felags høvi til gamans og álvara av einumhvørjum slagi, sum eru í einum skúla millum ár og dag. Jaliga lyndi hansara fløvaði, lættar løtur var hann ofta klárur við eini skemtiligari talu ella einum speisomum sangi, um tað skuldi vera.
Í 2001 varð Jóhs. Eli valdur í nevnd Føroya Lærarafelags, og í 2003 varð honum víst tað stóra álit at verða valdur til formann felagsins, og sat hann sum formaður eina setu.
Øll, sum kendu Jóhs. Eli, og hava havt hann sum lærara, eiga góð minni um hendan virkna og merkisverda mann, sum gjøgnum lærarayrki sítt legði so stóran dent á at læra næmingarnar skipað arbeiðslag og serliga tær náttúrufrøðiligu lærugreinirnar væl og virðiliga.
Hóast hann hevði ikki langa sjúkralegu, so var hann fullgreiður yvir hvønn veg tað bar og tosaði opið um tað. Hann hevði lagt alt í Harrans hendur og var fulltryggur við støðu sína, tá hann stillisliga sovnaði burtur. Eftir egna ynski hansara sang manskór skúlans, har hann í mong ár hevði sítt fasta pláss, ‘tíðin titar, skeið er skamt, ... ævinleikin fyri er’ sum ta seinastu heilsanina til jarðarferðina 3. jóladag 2006.
Tankar okkara leita til tykkara Astu, Bent Levi og Elsebeth, sum hava mist so nógv. Styrki Harrin tykkum í sakninum og sorgini.
Vit drýpa høvur í djúpari sorg og virðing fyri starvsfelaga okkara og minnast í takklæti ta tíðina, vit fingu saman við honum.
Friður verið við minninum um Jóhannes Eli Iversen.
Starvsfelagarnir í Kommunuskúlanum