Ib Jóhannes Hansen vísir í dag tekin um, at hann er við at vakna aftur úr tí kunstiga koma, hann varð lagdur í, eftir at verða álopin av trimum ungum dreingjum tann 23. mai tætt við fótbóltsanleggið hjá B1909 í Odense.
Skaðin, ið Jóhannes fekk, var so mikið álvarsligur, at læknarnir valdu at leggja hann í kunstigt koma, og ætlaðu so at vekja hann aftur tveir-tríggjar dagar seinni. Men til stóra undran fyri læknarnar, vaknaði Johannes Hansen ikki aftur sum væntað.
- Hetta hevur verið ein long tilgongd, og tað hava ikki verið nógv ljóspunkt hesar seinastu 14 dagarnar. Og hevði tú havt ringt í gjár, hevði eg als einki kunna sagt, sigur Karen Beckert, ið er talskvinna fyri familjuna.
Hon sigur, at í gjárkvøldið byrjaði Jóhannes at vísa tekin um, at hann var í ferð við at vakna.
Í dag hevur hann so framhaldandi víst tekin um, at tað gongur rætta vegin, og læknarnir hava eisini góðar vónir, tí hann verður nú fluttur á Hammel Neurocenter, ið er fremsta endurvenjingarstaðið í Danmark, sigur Karen Beckert.
Eisini politiið bíðar í spenningin eftir, at Jóhannes Hansen skal vakna, tí eisini teir hava fyri neyðini at tosa við føroyingin um álopið.