Jóhannus er ættaður úr Søldarfirði, og har hevur hann búð mest sum alla sína tíð. Hann er úr Byrginum. Foreldrini hjá honum vóru Hanna, sum var ættað úr Æðuvík og vaks upp í Byrginum, og Hans Marius Solmunde. Jóhannus var í miðjuni av fimm systkjum: Petur, sum búsettist í Noregi, Ebba, sum býr í Klaksvík, Jóhannus, Sólarn, sum búsettist í Syðrugøtu og Jonnhild, sum búði í Søldarfirði. Sólarn og Jonnhild eru ikki á lívi longur.
Hanna doyði í 1933. Tá var hon bara 28 ára gomul. Hans Marius giftist uppaftur við Lenu Niclasen úr Sørvági, sum sat einkja í Søldarfirði. Hon hevði verið gift við beiggja Hans Marius, Sámal Peturi, sum fórst við Immanuel í 1932. Tá sat Lena sum 22 ára gomul einkja við trimum børnum - Oda og Arne, sum bæði búsettust í Klaksvík, og Hjørleif, sum búsettist á Tvøroyri. Lena og Hans Marius fingu fimm børn: Sámal Petur, sum búsettist í Noregi og doyði fyri ikki so nógvum árum síðani, Ansa og Selma, sum búgva í Søldarfirði, Sofus, sum búði í Noregi og doyði ungur av vanlukku og Hasla, sum býr í Klaksvík. Í Byrginum hjá Lenu og Hans Mariusi vóru altso míni børn, tíni børn og okkara børn. Trettan í alt, og tey yngru vórðu fødd eftir at tey elstu vóru farin út.
Jóhannus var á yngru árum okkurt skifti til skips, og so var hann nógv hjá Peri Uppi í Toft, sum seinni gjørdist verfaðir hansara. Per hevði grísar, og Jóhannus passaði teir. Eftir kríggið var hann til skips við Peri, sum førdi Thor, sum Sørin Nielsen í Sørvági átti, og sum Per Uppi í Toft førdi.
24. september í 1947 giftist Jóhannus við Noomi, fødd Rasmussen og dóttur til Poulinu og Per Rasmussen Uppi í Toft.Tey bæði fóru stutt eftir at tey vóru gift til Íslands, har tey í fleiri ár arbeiddu á einum bóndagarði.
Tá ið tey vóru komin aftur til Søldarfirðar, fór Jóhannus undir sítt lívsyrki, sum var at koyra bil. Hann átti og koyrdi hýruvogn og seinni lastbil. Bilarnir keypti hann frá sváginum, Rósingi Rasmussen, sum tíðliga í tíðini fór at selja bilar á Skálafjørðinum. Jóhannus var tann fyrsti, sum keypti Studebaker lastbil. Tað var fyrst í seksti árnum. Hann var tann fyrsti, sum keypti Toyota Crown persónbil, og í 1966 keypti hann fyrsta Scania Vabis lastbilin. Jóhannus koyrdi lastbil øll árini, tá ið nógvu og stóru útbyggingarnar vóru í Eysturoynni. Tá ið Jóhannus hevði fingið sær lastbil, koyrdi Noomi í fleiri ár hýruvogn.
Alla sína tíð hevur Jóhannus havt serliga góðan hug at fáast við bóndaskap og seyð. Svágur hansara, Rasmus, var bóndi í Toft. Rasmus koyrdi gravkúgv og var við í fleiri útbygginum eitt nú í Norðoyggjum, Mjørkadali og Sandoynni. Tá ið bóndin var burturi, var tað Jóhannus, sum tók sær av garðinum. Tá ið Sámal Jákup Lamhauge, sum hevði havt garðin í Útbø, ikki var meiri, tók Jóhannus sær í fleiri ár av tí festinum.
Noomi og Jóhannus eiga fýra børn: Marjun býr í Saltnesi, Poula býr á Glyvrum, Páll býr í Søldarfirði, og Anita býr á Argjum. Abbabørnini eru trettan, og tað eru fleiri komin í næsta ættarliðnum.